Visti tú av? 

Visti tú, at Mykines er einasti staður í Føroyum, har súlur reiðrast? Ella at Gásadalur var seinasta bygdin, sum fekk vegasamband? Her er eitt yvirlit yvir spennandi fakta um Vágar og Mykinesi, sum tú kanska ikki kennir til.

 

  • Vágar og Mykines eru vestastu oyggjarnar í Føroyum?
  • Í øðrum heimsbardaga, tá bretar hersettu Føroyar, høvdu teir Vágar sum høvuðsstað? Umleið 1500 føroyingar og 8000 bretar búðu á oynni undir krígnum.
  • Tá ið bretar hersettu Vágar, fluttu nógv fólk til Mykinesar?
  • Vatnsoyrar er einasta bygdin í Føroyum, sum ikki liggur við sjógv?
  • Vágar hevur tvey av størstu vøtnunum í Føroyum?
  • Nógv hús í Føroyum – eisini í Vágum og á Mykinesi – hava torvtak? Og tað eru seyðir, ikki sláttimaskinur, sum halda takið væl!
  • Trafikljós eru ikki í Vágum – og eingi akfør eru á Mykinesi?
  • Einasti flogvøllurin í Føroyum liggur í Vágum? Staðsetingin varð vald av bretum undir krígnum.
  • Vágar er ein av bert tveimum atgongdarleiðum til Føroyar? Hin er ferjulegjan í Havn.
  • Einasti føroyingurin, sum nakrantíð er tilnevndur eina Grammy-virðisløn, Greta Svabo Bech, er úr Miðvági?
  • Vágar var fyrsta oyggin, sum fekk undirsjóvartunnil – tann, ið bindur Vágar og Streymoy saman?
  • Fólk úr uml. 20 ymiskum tjóðskapum búgva í Vágum?
  • Mykines hevur bert ferjusamband frá apríl til endan av september? Frá 1. mai til 31. august er daglig sigling, og í apríl og september verður siglt trýggjar ferðir um vikuna.

Fakta

Vágar og Mykines eru báðar vestastu oyggjarnar í Føroyum.

Vágar: 177,16 km²  Mykines: 10 km²

Hægstu tindar:
– Vágar: Árnafjall, 722 m (2368 ft)
– Mykines: Knúkur, 560 m (1837 ft)

Fólkatal (2023):
– Vágar: 3430
– Mykines: 16

Kommunur á Vágum og Mykinesi:
Vága kommuna
Sørvágs kommuna