Náttúra & umhvørvi

Spyrt tú fólk, sum tú møtir í Vágum ella á Mykinesi um náttúruna, fært tú helst eitt longri svar, enn tú hevði væntað.
Fjøll og dalar, áir og gjáir, strendur og sjógvur – náttúran hevur stóran týdning her.

Liggjandi mitt í Norðuratlantshavi eru oyggjarnar skaptar til at tola náttúrunnar kreftir – og tað sæst aftur í hinum ógvusligu landsløgunum. Vindurin strýkur sær av fjøllunum, og regnið finnur skjótt vegin aftur út í hav. At vera undirlagdur náttúruni er eisini orsøkin til tær stóru broytingarnar, tú sært, meðan tú vitjar: Ein klettur kann vera tómur og nakin, meðan næsti er fullur av lívi.

Tú sleppur ikki undan náttúruni, tá tú vitjar Vágum og Mykinesi. Hon er allastaðni rundan um teg. Tað er tað, tú sært, beinanvegin tú stígur út. Tað er tað, tú kennir, tá ið vindurin tekur í hárið. Og tað er tað, tú hoyrir í hvørjum fuglaljóði.
Reinur friður.

Kom útum!

Ymiskir hættir at njóta okkara náttúru