Huldufólk

Huldufólk í okkara søgum

Í okkara gomlu søgum og sagnaligu mentan hava huldufólk altíð havt sín leiklut. Tað verður sagt, at tey eru gráklødd og gráhard, og at tey halda til inni í, undir ella handan klettar og holum. Tey eru ikki vanlig fólk, men yvirnáttúrligar verur, sum kunnu villleiða menniskju og fáa vald á teimum – serliga um tú ert óvarin.

Huldufólk trívast ikki har, ið ljós og trúgv er: Tey dáma hvørki kirkjur, dagsljós ella ljós. Tí verður ofta sagt, at størsti vandin fyri at møta teimum er i í myrkri, í mjørka, ella úti í haganum, har eingin hjálp er nær. Og sum vit kenna okkara veður: Ofta liggja fjøllini í mjørka, og um veturin er ljósa tíðin stutt. Tí skal ein altíð vera varin – serliga tá tú ferðast einsamallur.

Huldufólk við Leitisvatn

Tað eru fleiri sagnir um huldufólk í økinum kring Leitisvatn.

Á leiðini millum Miðvág og Sørvág var ein hulduhola. Ein dagin, sigur søgnin, kom ein prestur framvið, og ein huldukona bað hann koma inn í holuna. Har skuldi vera fult av huldufólki. Presturin, sum hevði lært seg eitt sindur av gandakynstri, gjørdi sum hon bað – men tá hann fór út aftur, segði hann eina bøn, sum gjørdi, at holan ikki kundi latast upp aftur. Síðani, verður sagt, hava styn og skrál hoyrst inni í holini.