Ørnin á Tindhólmi
Søgnin um Tindhólm – og hví eingin býr har
Vit kenna hann væl – vakri og sermerkti Tindhólmur, sum stendur har so stásiligur í útsynningi. Men fá vita, at ein gomul og heldur dapur søgn er knýtt at hólminum.
Einaferð búði ein maður har úti – hann æt Rasmus. Hann var úr Sørvági, men hann kom ofta í ósemju við onnur í bygdini. Tað endaði við, at bygdafólkini bjóðaðu honum sín part av jørðini á Tindhólmi – fyri at sleppa av við hann. Soleiðis flutti hann út á hólmin við familjuni. Tað gekk teimum væl. Rasmus átti nógvan seyð, útróðrarnir vóru góðir, og fuglur og vøkstur vóru í ríkiligt mát. Men so hendi tað, sum broytti alt.
Ein stór ørn kom og tók barnið hjá teimum – ein tvey ára gamlan drong. Hon fleyg við honum upp á tann hægsta tindin. Mamman rann aftaná, men tá hon kom fram, var ov seint. Ungarnir høvdu longu latið seg upp á barnið – og etið eyguni úr tí. Hetta staðið verður enn í dag kallað Ørnatindur. Eftir hetta fluttu tey burtur – og síðan hevur eingin búð á Tindhólmi. Tey, sum koma nærhendis hólminum í dag, kunnu enn síggja leivdirnar av neystinum og bústaðinum, sum Rasmus lat byggja.