Áhugaverd støð

Umframt søvn, standmyndir og kirkjur finnur tú eisini onnur áhugaverd støð á oynni, sum eru verd eina vitjan. Í Sandavági kanst tú síggja rúnarstein, ið verður varðveittur í kirkjuni, og í Miðvági stendur ein minnissteinur, sum í 1909 fekk eina yrking rist inn av kenda skaldinum Mikkjali á Ryggi.