Tá veðrið ræður – ferðing til Mykines
Um veðrið og ferðing til Mykines
Vit mæla altíð til at leggja vitjanina á Mykinesi fyrst á ferðini, tí tað kann henda, at tú verður verandi á oynni orsakað av vánaligum veðri. Eisini mæla vit til, at tú hevur eina alternativa ætlan, um veðrið ger tað ov torført at leggja at í Mykinesi. Havnin í Mykinesi er ein náttúrlig havn, sum liggur á einum stað, har sjógvurin ofta er ógvisligur. Tað kann tí vera torført at leggja at, og tað er ikki óvanligt, at túrar verða avlýstir. Veðrið er ikki til at stýra, og avlýsingar kunnu koma heilt til seinasta løtu. Av somu orsøk siglir báturin bert í mánaðunum, har veðrið vanliga er best – frá apríl til september.
Avlýsingar orsakað av veðrinum
Tá tú bíleggur ferðaseðil til Mykines við ferjuni, er týdningarmikið at skráseta rættar kontaktupplýsingar, so tú kanst fáa boð um møguligar broytingar ella avlýsingar.
Allar avlýsingar verða kunngjørdar á heimasíðuni hjá felagnum, og teldupostur verður sendur til øll tey, sum hava skrásett teldupost í bíleggingini. Um tú longu hevur goldið fyri gongutúrin á Mykinesi, kanst tú lesa treytir og reglur her.
Um tyrluferðir og avlýsingar
Um tyrlan verður avlýst vegna veður, fáa ferðafólk fulla endurgjalding. Men um tú bíleggur tyrluferð annan vegin og bátin hin vegin, og bátatúrurin verður avlýstur, verður ikki goldið endurgjald fyri tyrluferðina. Avlýsing av tyrluferð skal gerast í seinasta lagi 24 tímar áðrenn fráferð, fyri at fáa endurgjald.