Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Miðvágur

Miðvágur er aldargomul bygd og er fyrstu ferð nevnd í fornbrævi frá uml. 1340. Mett verður at bygdin kann vera frá um ár 1000.

Gomul søgn er um Trælanípuna, sum er 80 favna høgt meitilberg. Har sigst at gamlir ella ónýtiligir trælir vórðu riknir útav í heidnari tíð.

Í søguligum høpi er Miðvágur so nógv tann besta hvalvágin í Føroyum. Seinastu 300 árni hava umleið 50.000 hval lagt beinini á Miðvágs sandi.

 

Tingstaður

Gamli tingstaðurin í Vágum var við Dómstólarnar á Tjørndalsegg í Miðvágs haga; seini varð tingstaðurin fluttur heim á Rygg, og í 1671 í bóndahúsini, Heima í Stovu, á Ryggi í Miðvági, har vártingini fyri Vága sýslu vórðu hildin fram til 1896.

 

Prestagarður og náðinsgarður

Í Miðvági hevur prestagarður verið frá gamlari tíð. Upp til 1839 var prestagarðurin í Jansagerði. Henda síða av fjørðinum verður framvegis rópt Prestlandi. Kendastu prestahjúnini í Jansagerði vóru Peter Arabo og Beinta. Í 1839 brendi prestagarðurin, og var nýggjur prestagarður tá bygdur hinmegin fjørðin, inni í Húsi.

Frá 1700 árunum og fram høvdu prestaeinkjurnar náðinsgarðin, Kálvalíð. Hann er nú friðaður og er savn.

 

Kirkjur og kirkjugarðar

Tær fyrstu kirkjurnar í Miðvági stóðu við Kirkjar, harav navnið á býlinginum. Nógvar kirkjur hava staðið har hvør eftir aðra, hvussu langt aftur vita vit ikki við vissu. Men helst aftur í Miðøld. Elsti kirkjugarðurin í Miðvági varð tikin av sjógangi, og var stutt niðanfyri núverandi Gamla kirkjugarð, sum varð tikin í brúk í 1878. Í 1935 varð nýggjur kirkjugarður gjørdur norðri á Heiðum, og beint við varð bretski hermannakirkjugarðurin gjørdur í 1942. Núverandi kirkjan er bygd í 1952. Heini Joensen, teknaði hana og stóð fyri byggiarbeiðinum.

 

Sjórænarar herja

Í Miðvági eru fleiri sagnir um sjórænarar. Sum aðrastaðni í Føroyum, so bygdu miðvingar eisini vakhús, har hildið varð vakt, um ófriðarskip komu. Og somuleiðis vóru holur og hús í fjøllunum at krógva seg fyri sjórænarunum. Ein suðringur hevði einaferð dripið ein írskan sjórænara, hetta vildu írar hevna. Hann flýddi so til Miðvágs og varð har nevndur Írin. Eitt stað við Kumlar varð nevnt Fransaholan. Har var stór hola undir steinunum, har gomul fólk kundu krógva seg. Norðuri á Leitinum við Reynsatind er ein húsagrund har fólk krógvaðu seg, og har er eisini stór hola, har tey goymdu kjøt og krógvaðu seg fyri sjórænarum.

 

Skúli

Fyrsti bygdaskúlin í Føroyum varð bygdur í Miðvági í 1830. Jørgen Frans Jacobsen, sum var lærari í Miðvági frá 1829, yvirtók bygningin, eftir at skúlaskapurin var hildin uppat, og vórðu húsini eftir tað nevnd, í Skúlanum. Í 1882 varð nýggjur skúli bygdur, tann nú nevndi, Gamli skúli. Hans Chr. Joensen, á Ryggi, stóð fyri grótarbeiðinum, og Jens Sigvald Johansen, stóð fyri timburarbeiðinum. Í 1961 varð stórur felagsskúli við fimleikarhøll bygdur á Giljanesi. Í 1983 var ítróttarhøllin bygd og nakrar skúlastovur gjørdar afturat. Nýggi og stásiligi skúlabygningurin á Giljanesi stóð liðugur í 2014.

 

Kendir miðvingar

Miðvágur hevur forstrað fleiri kend fólk. Nevnast kunnu, Jens Chr. Svabo, sum í 1765 fór undir hægri útbúgving á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Svabo savnaði saman nógv siðsøguligt tilfar um Føroyar. Miðvingurin, Mikkjal á Ryggi, er Føroya størsta sálmaskald – skrivaði eisini Miðvingasøgu og nakrar av fyrstu føroysku lærubókunum til skálabrúk. Í Hýsisá, á Ryggi í Miðvági, høgdi Mikkjal í 1909 tvey ørindi niður í helluna. Tætt har við eru Beitishúsini, sum er barnaheim Mikkjals og frammanfyri har er reist standmynd av Mikkjali. Nevnast kunnu m.o. eisini, rithøvundurin, Dagmar Joensen-Næs og yrkjarin, Harry Birtilíð.

Inspired by

Miðvágur