Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Sørvágur

Í Sørvági hevur útgrevstur víst, at bygdin stavar heilt afturi frá landnáminum. Í fimmtiárunum, tá grivið varð út fyri nýggjum skúla í Sørvági, komu menn fram á hesa gomlu búseting, ið varð kannað av fornfrøðingi. Fyri fleiri árum síðan varð forn búseting aftur funnin í sjálvum kirkjugarðinum. Staðfestast kann tí, at fyrsta búseting í Sørvági hevur verið niðan við Hanusará.

 

Teir tríggir hagarnir

Aldargomlu hagarnir í Sørvági eru Suðurtriðingur, Norðurtriðingur og Úttriðingur. Í gomlum døgum átti aðalsættin Benkenstock í Noregi, allar 48 merkurnar í Sørvági. Um 1665 seldu tey jørðina til danan, Severin Fohrman, av føroyingum róptur Servin. Servin byrjaði í 1667 at selja jørðina aftur til føroyingar í tí teir róptu Servinarkeypið. Tí er næstan øll jørðin í Sørvági ognarjørð.

 

Sagnir

Tað eru fleiri sagnir úr Sørvági. Tvær kendar stava frá tíðini, tá fransar herjaðu í Føroyum. Tætt uppi við Egg, niðan av Mýrum, er djúp hola niður á sjógv, nevnd Fransaholan. Har hongdu sørvingar kjøt niðurí at goyma fyri fransunum. Í Sørvágsbjørgunum eru tvey staðarnøvn nevnd, Kálvabásarnir; har gav Lund løgmaður, boð um, at tjóðra nakrar kálvar at seta við, um fransar fóru við neytunum í oynni. Omanfyri Líðarnøvu, og við Sýnstoftir uppi á Egg, vóru sonevnd vakhús har fólk í ófriðartíðum sótu á varðhaldi at hyggja eftir sjórænaraskipum.

 

Fólkavøksturin

Fólkatalið í Sørvági í 1600 árunum var um fimmti fólk. Í fyrstu veruligu fólkateljingini frá 1801 búgva 86 fólk í Sørvági. Gott fimmti ár seinni eru tey 163 fólk, og fimmti ár seinni aftur 436. Stóra ‘boomið’ í fólkatalinum kemur eftir 1856 við fríhandlinum og nógv økta útróðrinum, ið harav stóðst. Einstaklingar og menn við stórum familjum fluttu til bygdina í hópatali at lívbjarga sær sum útróðrarmenn. Í dag er fólkatalið gott 1000.

 

Fiskivinna

Um ár 1900 vóru átta reiðarar og fiskakeyparar í Sørvági, ið høvdu hvør sína brúgv úti á Bakka og bátar, ið avreiddu til teirra. Deksbáturin “Selvík” stendur í dag sum minni um hesa tíðina. Sørvingar hava eisini átt nógvar trolarar gjøgnum tíðina. Tann kendasti er helst flakatrolarin “Vesturvón”. Fyrsta flakavirki í Føroyum sá dagsins ljós í Sørvági í 1953. Í 1962 fekk virkið fyrstu flakamaskinuna í landinum; hon er nú ogn hjá Sørvágs bygdarsavni. Alivinnan byrjaði í 1980-unum, og hevur seinnu árini tikið yvir.

 

Kirkjan

Kirkjan er bygd í 1886, men kirkjur vóru undan henni. Áðrenn siðaskifti um 1540, sigst, at bønhús við gravstað stóð á Pólsoyruni. Um kirkjugarðin, ið nú er, kann nevnast, at sálmaskaldið Mikkjal á Ryggi, er ein av teimum mongu, sum eru grivin í kirkjugarðinum her.

 

Skúlin

Frá 1832 var skúli hildin í Sørvági, men fyrstu mongu árini mátti skúlin halda til í leigaðum hølum. Fyrsti skúlin í Sørvági varð bygdur í 1887. Árini 1957 – 1961 var eldri parturin av núverandi skúla bygdur. Innandura svimjihylurin er frá 1974. Nýggi parturin av skúlanum, tann niðari, og nýggja fimleikahøllin, vórðu bygd í 1989. Musikkskúlin í 2010.

 

Sørvágs bygdarsavn

Sørvágs bygdarsavn varð sett á stovn í 1962 og er millum landsins størstu, tá talan er um mongd av áhugaverdum søguligum lutum. Savnið heldur til á Ovaravegi 25 í Sørvági.

 

Seinni heimsbardagi

Stórsta talið av bretum í Føroyum undir Seinna heimsbardaga var í Sørvági. Her vóru um 8000 hermenn, tá teir vóru flestir. Teir flestu búðu í ovurstórari hernaðarlegu uppi á Mýrum í Sørvági. Høvuðsyrkið var at byggja flogvøllin í Sørvági og flúgvarabedingina. Sonevnda S.O.R. bygningin og gamla Tornið omanfyri flogvøllin bygdu teir eisini. Annars breiðkaðu teir allar høvuðsvegirnar í Vágum og bygdu nýggjar vegir, m.a. Niðaraveg í Sørvági og norðasta vegin oman gjøgnum Brennuna.

Støð at vitja í

Sørvági

Søvn

Søvn

Hotel Vágar - Airport Hotel

Hotel Vágar - Airport Hotel

Kirkjur

Kirkjur

Gongutúrar

Gongutúrar