08 Oct - 16 Oct
Suðuroy
Free
Food & Drinks
Music
Nature & Outdoors

Ljósfest

x

Í døgunum 8., 9., 15. og 16. oktober verður Ljósfest fyriskipað í Vági. Ljósfestin verður skipað í samband við, at Elverkið í Botni bleiv 100 ár 18. juli.

Eins og ætlað var í summar, tá Ljósfestin upprunaliga skuldi verða, verður søga, tónleikur, náttúruupplivingar og mentan sett á breddan. Tað er Vágs kommuna og SEV, sum standa fyri Ljósfestini.

Á Ljósfestini verður ymist spennandi á skrá í Vági og í Botni, norðanfyri Vág. Nevnast kann, at ymisk støð í Vági verða lýst upp, listaframsýning við lokalum listafólkum verður og føroyskur dansur verður skipaður í Jómsborg. Gongutúrur verður eisini á skrá, har gingið verður 100 ár aftur í orkusøguni. Gingið verður frá myllulundini í Porkerishaga, sum eru frá 2021, til Elverkið í Botni, sum er frá 1921. Í Botni verður Elverkið opið fyri almenninginum, bókaframløga og tónleikur. Tónleikur kemur at seta sín dám á Ljósfestina, har nøvn sum Hjarnar, Robert McBernie, Eyðun Nolsøe, Georg eystan Á, Ronnie Nielsen og Rúna á Heygum spæla. Vágs kommuna vil eisini heiðra nøkur fyri teirra íkast til Vág og mentanina í Vági.

Skráin fyri Ljósfestina kann lesast her.

Address

Vágsvegur 57
900 Vágur
Suðuroy

Date

08 Oct - 16 Oct Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

Free