Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
William Heinesen 125 ár
At byggja, hugsa og droyma heimin forfrá
- Fyrilestur við Bergi Rønne Moberg
William Heinesen er víðakendur bæði sum rithøvundur og sum listamaður. Hann var føddur tann 15. januar í 1900 og hevði tískil fylt 125 ár í ár. Í hesum sambandi fara vit at hátíðarhalda runda dagin á Listasavni Føroya sunnudagin 19. januar.
Á skránni verður fyrilestur um William Heinesen við Bergi Rønne Moberg, lektari, Ph.D. á Københavns Universitet. Fyrilesturin eitur At byggja, hugsa og droyma heimin forfrá – Føroyar sum upprunaheimur í lívsverki William Heinesens.
Um fyrilesturin:
“Í einari tíð við 2 heimskríggjum og vápnadubbing kendi William seg noyddan at venda aftur til eina meira sakleysa tíð og eitt meira upphavligt rúm. Hann fann sakloysi og uppruna allastaðni, og hesi fingu eisini seinastu orðini í hansara lívi: “Alt er endnu i vorden”, sum er áskriftin á gravsteininum hjá Williami og Elisu. Byrjanir og nýggjar byrjanir eru algongdar í verkum Williams. Hjá honum er føroysk mentan nýbyrjari í modernaðum evropeiskum høpi, hvalspýggjan ein elligamal nýbyrjari, glataðu spælimenninir saman við øllum amatørunum somuleiðis nýbyrjarar og pionerar í mun til professionalisering, og so eru tað øll børnini, stjørnurnar og allar tær mytisku tilvísingarnar, sum fylla lívsverkið við upprunasøgum.
Fyrilesturin lýsir, hvussu William sendir tilveruna og sítt egna lív inn í føroyska søgu og út í heimsbókmentaliga ringrás. William verður eisini lýstur sum mentanarberi og mentanarbrótari í einari broytingartíð og sum fremsta tjóðarikon Føroya.”
Tiltakið er ókeypis og til ber at vitja føstu framsýningina, har fleiri verk eftir William Heinesen eru at síggja.
Í sambandi við dagin útgevur Listasavn Føroya fýra serprent av verkum eftir William Heinesen og Zacharias Heinesen. Talan er um giclée prent, við serliga ríkari litgóðsku og upploysn. Listaprentini eru prentað á hágóðsku Hahnemühle bumullspappír á 300g og verða til sølu á degnum.
Hetta er fjórði fyrilesturin í einari røð av tiltøkum, ið Listafelag Føroya skipar fyri í samstarvi við Listasavn Føroya.
Savnið er opið frá kl. 17-19.
Hjartaliga vælkomin!
Bústaður
Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar