vitjan í Mykinesi

Bygdin

Bygdin Mykines er einasta bygdin á oynni við sama navni. Hóast bygdin hevur meira enn 40 hús, búgva her bert 15 fólk fast (dagført 2023).

Í seks mánaðir um árið er tyrlan einasta farleið teirra til og frá oynni. Tí, uttan handil á oynni, eru íbúgvarnir bundnir at tyrluni fyri at fáa vørur, sum skulu vara teimum gjøgnum langa veturin.

Frá apríl til september siglir ferjan tríggjar ferðir um vikuna. Men um summarið, tá ferjan í fýra mánaðir siglir út til oynna tvær ferðir um dagin, vaknar Mykines til lívs og verður ein livandi og fjølbroytt bygd. Oyn er eitt væl umtókt ferðamál hjá ferðafólki av meginlandinum, og um summarið veksur fólkatalið munandi.

 

KIRKJAN Í MYKINESI

Mortan Andressen bygdi kirkjuna í Mykinesi í 1862. Í 1877 varð kirkjan illa skadd av illveðri. Endurbyggingin av kirkjuni var drúgv og krevjandi, men í oktober 1879 varð hon endiliga vígd av prestinum Hjort. Síðan endurbyggingina í 1879 hevur kirkjan ikki verið fyri nøkrum stórvegis broytingum.

MINNISVARÐIN

Uppi frá vegnum til bygdina, fram við steingyrðingini á toppinum, finnur tú minnisvarðan. Hann varð reistur í 1930-árunum til minnis um menn úr Mykinesi, sum hava latið lív í fjøllunum ella druknað á sjónum. Minnisvarðin varð tó ongantíð vígdur beint eftir, at hann varð bygdur, millum annað vegna Seinna Heimsbardaga. Endiliga, í 2008, varð hann vígdur, eftir at ein lokal nevnd tók stig til at endurvætta minnisvarðan og setti eina minnisplátu við nøvnunum á 37 monnum úr Mykinesi, sum hava mist lívið.

Minnisvarðin stendur nærhendis útsýnisstaðnum Óla Rama, haðani eitt frálíkt útsýni er yvir klettarnar og skerini.

LUNDI

Fyri fuglaáhugað er Mykines eitt upplagt stað at vitja í Føroyum. Á oynni ber til at síggja lundar í stórum tali á sjóvarvendu líðunum og bjørgunum, har ritur og súlur halda til.

Lundarnir koma á land seint í apríl ella fyrst í mai, og ímóti endanum av august fara teir aftur á sjógv fyri veturin.

ÚTSÝNIÐ Á RÓGVU

Við at fylgja gøtuni fram við minnisvarðanum kemur tú til útsýnisstaðið á Rógvu. Haðani sæst ríka fuglalívið, serliga tað stóra lundalandið í økinum kallað Lamba.

Lundarnir kunnu síggjast heilt nær, tí teir hava reiður beint uttan fyri girðingina á Rógvu. Har frá ber eisini til at síggja vitan í Mykinesi, húsið hjá vitahaldaranum og fleiri sker kring oynna og brúnna, sum bindur Mykines saman við Mykineshólm.

ÚTSÝNISSTAÐIÐ KUMLAR

Frá útsýnisstaðnum Kumlar nærhendis bygdini sæst brúgvin, sum bindur oynna saman við Mykineshólm. Harfrá sæst eisini vitin og skerini, har súlur reiðrast, og støðini, sum eru kend úr søgnini um tær tríggjar gávurnar til Mykines. Í bjørgunum nær við Kumlar sæst oftani lomvigi, og tað ber til at eygleiða lundar á sjónum.  

KNÚKUR

Mykines hevur tveir dalar, Borgardal og Kálvadal, sum liggja millum brøttu fjøllini. Hægsti fjallatindurin á oynni kallast Knúkur, og hann er 560 metrar yvir havinum. Hin 26. september 1970 fór eitt flogfar av leið á veg til Vága Floghavn og rendi í fjallið Knúkur, sum var sveipað í mjørka, við 34 ferðafólkum umborð. Bygdarfólkið handlaði skjótt: tey, sum kundu, runnu upp til staðið og hjálptu til, og bóru tey yvirlivandi oman til bygdina. 8 fólk lótu lív í vanlukkuni. Í Mykinesar kirkju stendur ein minnissteinur, sum heiðrar hendingina.

STEIN SKÓGURIN

Sambært søgnini hevði Mykines ein skóg í fornøld. Tá hoyrdu Føroyar til Noreg, og Noregs kongur kravdi skatt av fólkinum. Ein av hesum skattum var ein skógarskattur. Fyri at sleppa undan at rinda henda skatt, søgdu fólkini á Mykinesi ósatt fyri konginum og søgdu honum, at eingin skógur var. Um náttina varð skógurin til stein, og nú sæst hann sum 55 metrar høgar basaltsúlur í Korkadal norðantil á oynni. Gongutúrurin til Steinskógin er lættur og tekur umleið 4 tímar. 

MYKINESHÓLMUR

Vestan fyri Mykines liggur hólmurin Mykineshólmur. Hann er vestasti parturin av Føroyum og rísur 133 metrar úr sjónum. Hólmurin er knýttur saman við Mykines við eini 40 metrar langari brúgv, sum er 30 metrar yvir Atlantshavinum. Fyrsta brúgvin varð gjørd, tá vitin varð bygdur. Á endanum av hólminum stendur vitin, sum varð reistur í 1909.

Eitt stórt tal av lundum, súlum og øðrum fuglum heldur til á hólminum, og hetta er tað nærmasta, tú kemur hesi viðkvæmu og heilagu náttúru og fuglalívi – ein heilt serstøk uppliving. Tí er tað eisini týdningarmikið at ferðast við varsemi í økinum.

Gongutúrur út á Mykineshólm er ikki møguligur, tí hólmurin er stongdur fyri almenninginum.

VITIN Á MYKINESHÓLMI

Í 1909 varð ein viti bygdur á Mykineshólmi. Umframt at hjálpa skipum við siglingini, gjørdist vitin eisini ein veðurstøð, sum máldi hitastig og vindstyrki. Harumframt varð eitt hús bygt til vitavørðin, og hetta er í dag tað einasta húsið á hólminum. Tó vórðu tvey hús afturat bygd í 1930-árunum, og tá búðu heilt upp í 25 fólk á hólminum – har ímillum børn, sum eisini vóru fødd har. Um veturin fingu børnini undirvísing heima, men um summari gingu tey oman til bygdina at ganga í skúla. Økið kring húsini varð brúkt til eitt mjólkineyt og nakrar hønur.

Afturat skyldunum í sambandi við vitan gjørdu starvsfólkini av og á arbeiði fyri Keypmannahavnar Universitet, millum annað við at eygleiða norðlýsi. Í dag stendur bara eitt hús eftir á hólminum, og vitin er nú automatiseraður. Tí er starvið sum vitavørður á Mykineshólmi ikki longur neyðugt. Tó ber enn til at síggja tey trý ljósblinkini frá vitanum hvørt 20. sekund. Tað er ikki loyvt at ganga út á Mykineshólm og vitan, tí økið er stongt fyri almenninginum.