Other sites

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Gásadalur

Gásadalur er gomul bygd og er t.d. nevnd í Hundabrævinum frá uml. 1340. Hvussu gomul bygdin er vita vit tó ikki. Søgnin sigur, at bygdin skal hava navn sítt frá ríkari frúgv úr Kirkjubø nevnd Gæsa. Hon hevði etið kjøt í føstu og bispur dømdi alla ognina frá henni. Hon fór so til Bíggjar til skyldmannin, Dáva bónda, sum lat henni henda tá óbygda dalin. Eitt annað, og halda summi, meira sannlíkt ástøði er, at bygdin hevur navn sítt av teim mongu grágæsnum um sumrarnar fyrr. Kring bygdina standa hægstu fjøllini í Vágum, móti norðri, Árnafjall 722 metrar høgt og móti eystri, Eysturtindur 715 metrar.

 

Fólkatal

Í 1801 eru 31 fólk í Gásadali, talið hækkar so støðugt til tað í 1890 eru 56 fólk, minkar aftur í 1901 til 47 fólk, men vaksur so aftur í 1920 árunum til 59 fólk. Men eftir tað hevur verið ein støðug minking. Í 1990 er tað farið niður um 20, og er 12 í 2017.

 

Íbygdir steinar

Í horninum á húsunum Gráisteinur í Gásdali, stendur Gráisteinur. Í honum skuldu huldfólk búgva. Einaferð ætlaðu gásadalsmenn at spreingja steinin. Tá kom gamal maður har og legði seg yvir steinin og segði: “Spreingja tit steinin, so verður ikki livandi í Gásadali.” So fekk steinurin frið og stendur har enn. Onnur søgn er um klett norðri í Tungu, har dvørgar skuldu búgva í. Ein fátækur maður sá klettin opnan og dvørgarnar smíða har inni. Dvørgur kom tá út í dyrnar og segði við hann: “Nasadjarvur vart tú, so fátækur tú ert; tó skalt tú eiga henda knívin”, og kastaði honum knív, ið var so hvassur, at hann beit á alt.

 

Útróður

Gásadalur er ikki útróðrapláss, men um sumrarnar høvdu gásadalsmenn bát standandi á Sibbaskorahellu. Her er berg upp fyri og ilt at koma til, so menn máttu lesa seg niður. Í 1941 varð trappa stoypt við Reyðastíggj. Ein lítil brimgarður var gjørdur við helluna og ein rennistrongur við vogni upp á bakkan.

 

Leiðin til Gásadals

Gamla leiðin til Gásadals var upp um bratta fjallið. Komin niðan á er Líksteinur, sum er miðskeiðis á leiðini millum Bø og Gásadal. Í 1873 var kirkjugarður gjørdur í Gásadali, men áðrenn tað vórðu øll lík grivin í Bø og máttu berast um fjallið. Líksteinur var hvíldarstað á leiðini. Eitt annað kent navn á leiðini er Keldan vígd. Søgnin sigur, at einaferð var eitt sjúkt barn borið úr Gásadali til lækna. Prestur var við á ferðini. Barnið versnaði so nógv, at tey væntaðu tað at doyggja. Prestur vígdi so hesa kelduna og doypti barnið í kelduni.

 

Posturin

Postur, mátti sum alt annað, berast uppum fjallið. Postmaðurin í Gásadali bar allan postin, bæði úr Gásadali og Bø til og frá posthúsinum í Sørvági. Gingið var 2 dagar um vikuna. Helst kendasti postmaðurin í Føroyum var Dia í Gásadali. Hann byrjaði longu í 1915 at ganga við posti og var postmaður heilt fram til 1976. Í 1953 kom vegur til Bíggjars, so tað lætti um. Annars varð posturin borðin um fjallið til 2006.

  

Skúlin

Skúlin varð bygdur í 1916. Joen H. Ellefsen í Miðvági laðaði skúlan; árið fyri hevði hann laðað skúlan í Bø. Timburið til skúlan varð keypt frá J.E. Thomsen í Sandavági. Vegna at eingin kirkja er í bygdini, er skúlin eisini bønhús.

 

Gásadalstunnilin

Heilt frá 1963 hava gásadalsmenn og myndugleikarir í Vágum, stríðst við hægru myndugleikarnar í landinum, at fáa tunnil til Gásadals. Tunnilin kom á langtíðarætlan, men var altíð koyrdur afturum aðrar og meira “átroðkandi tunnlar”. Í 1990 gjørdi Ulla Boje Rasmussen filmin “1700 meter fra fremtiden”, sum snúði seg um serstøku viðurskiftini í Gásadali. Í 2001 varð fyrsta skotið fyri Gásadalstunnlinum skotið. Tunnilin, ið er 1446 metrar langur, var klárur til almenna ferðslu í 2006.

Inspired by

Gásadalur

About Vágar and Mykines

About Vágar and Mykines

Uanni and other Shopping

Uanni and other Shopping

Múlafossur and other Sightseeing

Múlafossur and other Sightseeing

Gásadalsgarður

Gásadalsgarður

Postmansrutan til Gásadals

Postmansrutan til Gásadals

Slóð

Slóð