Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Í Hesti – Randi Ward fotoframsýning

Fotoframsýning við myndaevnum úr Hesti tiknar í 2009.

Fotoframsýning við myndaevnum úr Hesti, tiknar í 2009, ið mæla ímóti teirri romantisku umrøðuni, sum fjølmiðlar og ferðavinna alt ov ofta nýta, tá ið tey skulu lýsa Føroyar og føroysku bygdirnar.

Í mars 2009 flutti amerikanski rithøvundurin og fotografurin Randi Ward út í Hest og búði har seinastu seks mánaðirnar, ið hon dvøldi í Føroyum. Svart-hvítu fotomyndirnar á framsýningini í Hesti vórðu sostatt tiknar í hesum tíðarskeiðinum. Tær mæla ímóti teirri romantisku umrøðuni, sum fjølmiðlar og ferðavinna alt ov ofta nýta, tá ið tey skulu lýsa Føroyar og føroysku bygdirnar – t.e. sum ævintýrakend støð, har ið tíðin stendur í stað.

Framsýningin kann síggjast í forhøllini á Landsbókiasavninum frá 26. januar til 26. august 2025.
Opið mánadag til hósdag 8.30 til 18.00 og fríggjadag 8.30 til 17.00.

Tað er - sum altíð - ókeypis atgongd.

Bústaður

Landsbókasavnið

J. C. Svabosgøta 16

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur