Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Konsert við TARIRA
Konsert við TARIRA undir leiðslu av Bernharði Wilkinson
Í døgunum 7.-14. oktober fer kórið TARIRA undir leiðslu av Bernharði Wilkinson at luttaka á “Kalamata International Choir Competition and Festival” í Grikkalandi. Sum upptakt til kórkappingina fer kórið at hava tvær konsertir í Føroyum.
Fyrra konsertin verður í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla 16. september kl. 20:00 og seinna konsertin verður í Gøtu Kirkju 19. september kl. 17:00.
Kórkappingin í Grikkalandi er skipað soleiðis, at ein meldar til innan ymisk torleikastig og tónleikasløg. TARIRA er tilmeldað innan tvey ymisk tónleikasløg. Kórið skal sostatt framføra eitt verk eftir tónaskald úr Grikkalandi. Harumframt skal kórið eisini framføra føroyskt verk, og í tí sambandi heitti TARIRA á tónaskaldið Tróndur Bogason um at skriva trý styttri kórverk við støði í yrkingasavninum Svørt Orkide hjá Vónbjørt Vang, sum hon vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 fyri. Á komandi konsertunum gleða vit okkum at frumframføra tað eina av hesum kórverkunum. Afturat hesum verða eisini allir aðrir sangir, ið kórið fer at framføra í Kalamata í Grikkalandi.
Til ber at keypa atgongumerki til konsertina í Hátúni á atgongumerki.fo og við dyrnar. Konsertin í Gøtu Kirkju er ókeypis.
Hjartaliga vælkomin!
Bústaður
Hátún
84 Landavegur
Tórshavn
Hetta tiltakið er skipað av
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar