Jens Pauli Heinesen
Higartil virknasti rithøvundur í Føroyum, Jens Pauli Heinesen, varð føddur 12. november 1932 og doyði fyri fáum árum síðani tann 19. juli 2011, 78 ára gamal. Lívsverk hansara telur út við 40 bókaverk – stuttsøgusøvn, skaldsøgur og sjónleikir , umframt fleiri týðingar og óteljandi greinir í prentaðum miðlum. Sum høvundur fevndi hann víða og lýsti m.a. bygdasamfelagið og býin, listamannin og samfelagið, barnið og tess heim, og kærleikans torgongdu leiðir.
Lívsleið
Jens Pauli vaks upp á Hammershaimbsvegi 21 í Sandavági. Foreldur hansara vóru Petur Heinesen á Lofti, kongsbóndi úr Sandavági, og Anna Maria Malena Heinesen, fødd Johannesen, úr Hesti. Jens Pauli var sjálvur triði av seks systkjum. Hini eru Hjørdis, Jóannes, Klæmint, Hildigunn og Ásvør, sum øll búgva í Sandavági uttan Hildigunn.
Longu fjúrtan ára gamal fór Jens Pauli til Havnar at arbeiða á skrivstovu. Árið eftir fór hann í preliminerskúla úti á VBV. Hann tók preliminerprógvið í 1950 og tvey ár seinni studentsprógv. Síðani fór hann at lesa til lærara í Danmark á Emdrupborg Statsseminarium og tók prógvið har í 1956.
Jens Pauli giftist 11. august í 1956 við Maud Brimheim úr Klaksvík. Hann eigur trý børn: Elin Brimheim Heinesen, Marianna Heinesen og Janus á Húsagarði.
Arbeiðsleið og rithøvundurin
Hann var lærari niðri í Danmark eitt skifti, men kom so til Føroya og gjørdist lærari við Tórshavnar Kommunuskúla í 1957. Seinni var hann eisini lærari við Realskúlan og Venjingarskúlan í Havn. Í 1968 – 69 hevði hann farloyvi í eitt ár, har hann búði í Suðurspania saman við familjuni. Í Spania fór hann undir at skriva skaldsøguna ‘Frænir eitur ormurin’, sum er eitt av høvuðsverkunum. Í 1970 valdi hann at fara frá sum lærari fyri at gerast rithøvundur burturav.
Saman við øðrum lærarum gjørdi Jens Pauli nógv fyri at fáa føroyskar skúlabøkur útgivnar. Hann var formaður fyri Rithøvundafelag Føroya frá 1968 til 1975, har tað eydnaðist at fáa framt eitt av hjartamálum hansara: at bøkur gjørdust MVG-fríar í Føroyum.
Jens Pauli var fleiri ferðir heiðraður við virðislønum. Hann fekk M.A. Jacobsens Virðisløn tríggjar ferðir – í 1958, í 1973 og í 1993. Bøkurnar ‘Leikur tín er sum hin ljósi dagur’ og ‘Bláfelli’ vórðu mældar til at fáa virðisløn Norðurlandaráðsins ávikavist í 1982 og í 1994. Haraftrat fekk Jens Pauli Mentanarprís Føroya Landstýris í 1999 fyri sítt bókmentaverk sum heild.
Sum 21 ára gamal skrivaði Jens Pauli yrkingina “Eitt dýpi av dýrari tíð”, sum dóttir hansara, Elin Brimheim Heinesen, seinni setti lag til í 1987. Sangurin er vorðin fólkaogn og verður í dag roknaður sum ein klassikari í føroyska sangskattinum.
Bókmentaverkið hjá Jens Paula Heinesen
Skaldsøgur:
- Leikum Fagurt, skaldsøga, ongantíð útgivin, 1950
- Yrkjarin úr Selvík og vinir hansara, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Egið forlag, 1958
- Tú upphavsins heimur I, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Egið forlag, 1962
- Tú upphavsins heimur II, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Egið forlag, 1964
- Tú upphavsins heimur III, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Egið forlag, 1966
- Frænir eitur ormurin, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Egið forlag, 1973
- Gamansleikur – søgur úr Krabburð, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Egið forlag, 1974
- Rekamaðurin, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Gestur, 1977
- Tey telgja sær gudar, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Gestur, 1979
- Á ferð inn í eina óendaliga søgu 1 – Nú ert tú mansbarn á foldum, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Gestur, 1980
- Yrkjarin úr Selvík og vinir hansara, 2. útg., skaldsøga, Tórshavn, Føroya Lærarafelag, 1981
- Á ferð inn í eina óendaliga søgu 2 – Lýsir nú fyri tær heimurin, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Gestur, 1981
- Á ferð inn í eina óendaliga søgu 3 – Leikur tín er sum hin ljósi dagur, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Gestur, 1982
- Á ferð inn í eina óendaliga søgu 4 – Markleys breiðist nú fyri tær fold, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Gestur, 1983
- Á ferð inn í eina óendaliga søgu 5 – Eitt dýpi av dýrari tíð, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Gestur, 1984
- Á ferð inn í eina óendaliga søgu 6 – Í andgletti, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Gestur, 1988
- Tú upphavsins heimur [I-III, nógv broytt], 2. útg., skaldsøga, Kollafirði, Árting, 1990
- Á ferð inn í eina óendaliga søgu 7 – Bláfelli, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Gestur, 1992
- Gamansleikur 2 – søgur úr Krabburð, 1. útg., skaldsøga, Tórshavn, Gestur, 1995
- Ein ódeyðilig sál – og aðrar, 1. útg., skaldsøga, Keypmh., Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1999
- Koparskrínið, 1. útg., skaldsøga, Keypmh., Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2000
- Hvør var Nimrod?, 1. útg., skaldsøga, Keypmh., Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2004
.
Stuttsøgusøvn:
- Degningsælið, 1. útg., søgusavn, Tórshavn, Blaðstarv, 1953.
- Hin vakra kvirran [s. n.], 1. útg., søgusavn, Tórshavn, Egið forlag, 1959
- Gestur, 1. útg., søgusavn, Tórshavn, Egið forlag, 1967
- Aldurnar spæla á sandi, 1. útg., søgusavn, Tórshavn, Egið forlag, 1969
- Í aldingarðinum, 1. útg., søgusavn, Tórshavn, Egið forlag, 1971
- Degningsælið, 2. útg., søgusavn, Tórshavn, Gestur, 1978
- Dropar í lívsins havi, 1. útg., søgusavn, Tórshavn, Gestur, 1978
- Tann gátuføri kærleikin, 1. útg., søgusavn, Tvøroyri, Hestur, 1986
- Rósa Maria, 1. útg., søgusavn, Keypmh., Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1995.
.
Sjónleikir:
- Uppi í eini eikilund, 1. útg., sjónleikur, Tórshavn, 1970
- Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi (sjónleikur um Anniku í Dímun í trimum pørtum) – [2], 1. útg. sjónleikur, Tórshavn, 1975
- Vælkomnir, føringar, her í vási, 1978
- Skuggarnir, 1979
- Fýra sjónleikir (Innihald: Uppi í eini eikilund – 1969, Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi – 1975, Vælkomnir, føringar, her í vási – 1978, Skuggarnir – 1979), 1. útg., sjónleikir, Tórshavn, Gestur, 1985
- Sníkurin – læran um sálina, sjónleikur, Tórshavn, Ikki útg., 1989
.
Annað:
- Íkast til 1984, 1. útg., greinasavn, Fotomyndir, Tórshavn, Gestur, 1984
- Brúsajøkul, 1. útg., barnabók, Tórshavn, Føroya Lærarafelag, 1987
- Sum dropar av blóð eru orð 1. útg. úrvalsrit. Sprotin, 1995.
- Tíðarkjarr, 1. útg., hugleiðingar, Tórshavn, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1998
.
Týðingar:
- Leingi livi lítla tokið / skrivað og teknað hevur Charlotte Steiner [1958].(Glæstribøkurnar ; 4) Barnabók
- Svongd / Knut Hamsun; Jens Pauli Heinesen týddi. 1989.
- Knassi / Sterling North ; Jens Pauli Heinesen týddi. 2000. Upprunatittul: Rascal. Barnabók
.
Sagt um Jens Paula Heinesen og skaldskap hansara
“Jens Pauli Heinesen er einahelst Føroya virknasti rithøvundur. Samanrenningin av treiskni, góðvarni og einum ómetaligum arbeiðshugi hevur til í dag lagt úti við fjøruti bøkur eftir seg. Men tað er ikki bara nøgdin, ið ger Jens Paula Heinesen til ein av fremstu høvundunum í føroyskum bókmentum, tað er sanniliga eisini hetta at seta sær høg mál og uttan at víkja ein tumma halda kósina eitt langt lív. Tað hevur alla virðing uppiborna.” – Jógvan Isaksen
“Her luktar, her angar, her fæst upp í lógvarnar og millum fingrarnar av myndum, so at lesarin hugsar: um einaferð øll skjøl fóru fyri skeyti, ið greiddu frá hesum tíðarskeiði í Føroyum, men bara hetta skaldaverkið stóð eftir, so vistu vit kortini fyri alla tíð, hvussu tað var at liva og vera til hesi árini í hesum landi.” – Gunnar Hoydal
“Vi møter en fullbåren dikter både i den intime næroplevelse og som fabulator i større format.” – Johan Borgen
“Hans noveller är som “ett drama som stiger upp ur havet, ett universum uti i världshavet.” … Och ju mer man läser, desto mer förvånad blir man över, att Jens Pauli Heinesen inte af den läsandi allmänheten räknas till de stora nordiska berättarna. Ty det är han.” – Ingmar Svedberg
“Líka síðani eg sum ungur av álvara fór at lesa føroyskan skaldskap, hevur Jens Pauli Heinesen verið mín kærasti vinur. Ongastaðni í føroyskum bókmentum finnur tú vakrari og sannari lýsingar av ungari ást enn hjá honum.” – Alexandur Kristiansen
“Sanniliga legði smádrongurin vesturi í Sandavági sær lagið væl í geyma, væl hugdi hann at steinstólpuni og grátítlinginum, at bøgarðinum við teimum óteljandi steinunum, at dalinum, áunum og húsunum, teimum gomlu flagtaktu við tjørubræddum klædningi og teim nýggju, sum lýsa bjartoygd í øllum litum. Og burturúr spurdist sannur skaldskapur.” – Árni
Sí eisini rit.fo, bfl.fo og Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG: Hendan greinin er seinast dagførd í 1983.)