Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Bøur

Bøur er sera gomul bygd, hvussu gomul vita vit ikki við vissu. Fyrstu ferð Bøur er nevnt, er í Hundabrævinum frá uml. 1340. Men bygdin er helst væl eldri enn tað. Søgnin sigur, at fyrsti maður, ið bygdi í Bø, varð nevndur Dávur bóndi. Til er eitt hav eftir hann, ið ber navnið Dávahavið. Bygdarnavnið Bøur er gamalt norrønt bygdanavn, ið merkir bústaður. Jørðin í Bø er 18 merkur. 13 1/4 mørk kongsjørð og 4 3/4 mørk óðalsjørð. Útsýnið úr Bø yvir fjørðin, Tindhólm og Drangarnar, er helst tað natúruvakrasta í Føroyum og ein sersjón í heimshøpi.

 

Eiriksboði

Kendasta søgnin úr Bø er um tveir brøður, Símun og Eirikur, sum áttu alla jørðina í bygdini, men samdust ikki um at býta hana. Endin varð, at Eirikur drap bróður sín. Hann fór so til bispin at biðja um grið við at rinda bót, og bispur játtar. Eirikur fer so vestur aftur. Komin inn um Dragasund sá hann heimbygdina og alla jørðina frá fjalli og til fjøru og helt seg nú vera slopnan úr øllum vanda. Tá reis ein alda frá boða, hvølvdi bátin og dró Eirik til botns. Eftir tað fekk boðin við Tindhólm navnið, Eiriksboði.

 

Fólkatal

Í 1801 eru 35 fólk í Bø og tað vaks spakuliga. Árini 1850-90 eru 51 fólk. Talið er í hæddini í 1950, tá tey eru 108 fólk. Minkar so aftur til 36 fólk í 1970, toppar aftur til 77 í 1980. Men hevur síðan í miðal ligið um 60. Í 2017 eru tey 69 í tali.

 

Kirkja og skúli

Kirkjan í Bø er bygd í 1865. Jens Christian Heinesen úr Sørvági var arbeiðsformaður. Fleiri kirkjur hava verið undan hesari. Skúlin í Bø stóð liðugur í 1916. Jógvan H. Ellefsen úr Miðvági stóð fyri grótarbeiðinum. Fyrsti lærarin í Bø var bíggjarmaðurin, Elias Joensen, hann gjørdist ferðalærari fyri Sørvág og Bø í 1880. Undirvíst varð í einari stovu í bygdini. Í 1918 fekk Bøur fastan lærara. Nevnast kann, at hin navnframi, Mikkjal á Ryggi, var lærari í Bø í mong ár. Skúlin í Bø var niðurlagdur í 1963, tá bíggjarbørn fóru at ganga í skúla í Sørvági.

 

Handlar

Eftir at einahandilin var tikin av í 1856 fóru menn at handla kring landið. Zacharias Heinesen, f. 1786, var fyrsti handilsmaðurin í Bø. Hann byrjaði at handla áðrenn sørvingar, so eitt skiftið ferðaðust teir til Bíggjars at keypa, sama gjørdu gásadalsfólk. Sonevnda Pakkhúsið, sum nú er, lat Zacharias byggja í 1861. Í kjallaranum var fiskaarbeiði, uppi á var handil og posthús. Synir hansara, Heini og Óla Jákup, róku handilin eftir hann. Aðrir handlar í Bø vóru hjá Jógvan Joensen, í Hoygarðinum. Og seinni aftur hjá Elias Joensen.

 

Bíggjar kommuna.

Bíggjar kommuna varð sett á stovn 1. oktober 1915. Í Bíggjar kommunu vóru bygdirnar, Bøur og Gásadalur. 1. januar 2005 gjørdust Bøur og Gásadalur partar av Sørvágs kommunu og fór Bíggjar kommuna tá í søguna.

 

Bíggjarvegurin

Frá gamlari tíð var sokallað rossagøta millum Sørvág og Bø. Byrjað varð at gera koyrivegin í 1944, og varð vegurin gjørdur í arbeiðstøku við ávísum longdum og brúgvar laðagar. Í 1950 verður Edvard Ole-Jacobsen úr Bø settur at gera vegin lidnan og varð arbeiðið liðugt í 1953 og vegurin tikin í brúk. Tað var einsporaður grúsvegur. Í 1978 gjørdi Landsverkfrøðingurin nýggjan tvísporaðan og asfaltlagdan veg til Bíggjar. Tað er vegurin í dag.

 

Mentan

Tveir hjallar í Bø eru friðaðir. Teir standa niðri við sjóarmálan og nevnast Stórihjallur og Búðarhjallur. Miðja nítiárini var fari undir at seta mylluna í stand aftur. Hon stendur við Viðurbyrgi, har felagið Bíggjarbati seinni hevur gjørt eitt hugnaligt samkomustað í bygdini, við sitiplássum í vøllinum, ið minna ikki sørt um eitt rómverkst teatur. Pakkhúsið í Bø er fyri fáum árum síðan sett í stand, og verður nýtt til tiltøk av ymsum slag.

um hinar bygdirnar í

Vágum og Mykinesi