Mykines
Mykines er best kend fyri at vera fuglaríkasta oyggj í Føroyum og einasta oyggj, har súlan reiðrast. Harafturat er sjálvandi allur lundin og kendi listamaðurin Sámal Joensen Mikines.
Hóast 40 hús eru í Mykinesi, eru bert 11 íbúgvar. Hetta broytist tó um summari, tá føroyingar og útlendingar í hópatali vitja oynna. Nógv tey flestu av teimum koma til Mykinesar at uppliva tað ríka fuglalívið, men Mykines hevur sanniliga eisini nógv annað at bjóða. Tvær kaféir eru í bygdini. Ovarlaga í bygdini liggur eisini ein uttandura svimjihylur, har børn og vaksin mangan hugna særí góðveðri. Nýliga umvælda dansistovan í bygdini er eisini karmur um tiltøk um summari, millum annað konsertum hjá Summartónum. Fólkatónleikarastevnan í Mykinesi er eisini tiltikin góð, og dregur nógv fólk til oynna. Tó skert ikki burtur, at tað besta, ið Mykines hevur at bjóða, serliga í hesum døgum tá fleiri ganga runt við strongd, er rættan sálarfrið!
Annars eru sera nógv góð kunning um Mykines á mykines.info
millum annað:
Hetta og nógv onnur góð kunning finnst á mykines.info