Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Sandavágur

Sandavágur er landnámsbygd. Í Eingjartoftum, við Mataránna og norðuri í Toftini í Sandavági eru fornir bústaðir funnir, tíðarmerktir til víkingaøld. Á várið 1917 varð rúnarsteinur funnin í Eingjartoftum. Á steininum stendur, týtt: “Torkil Onundarson eystmaður av Rogalandi bygdi henda stað fyrst”. Steinurin er til skjals í Sandavágs kirkju.

Trøllkonufingur

Eystanfyri Sandavág er Trøllkonufingur, sum er ein 313 metur høgur tindur. Tey gomlu søgdu, at hetta er fingurin á einari trøllkonu, sum ætlaði at blaka Vágar vestur til Íslands. Tá ið sólin kom upp, varð hon til stein og søkk í hav. Søgn er, at einaferð gjørdi ein maður tað roysni at klíva upp á toppin á Trøllkonufingri. Tá ið hann var niðuraftur komin, sá hann, at hann hevði gloymt annan vøttin eftir. Og so errin var hann nú, at hann fór upp aftur eftir honum. Men tá datt hann oman. Í 2015 eydnaðist fýra djørvum monnum fyrstu ferð, prógvfast, at klintra upp á toppin á Trøllkonufingri.

Har er ein gáta um Trøllkonufingur. Gátuna fekk Hjalmar P. Petersen frá Olgu Joensen, uppi á Steig, hon var ikki niðurskriva, men bleiv førd víðari munn av munni.

Det første er historie, som bor i fjeldet inde.
Det andet er en ting, som alle mænd vil vinde.
Det tredie er et lem, som megen nytte gør.
Det hele kan du finde, på en af vore øer.

Svar: Trøllkonufingur
Tey, sum búgva í fjalli = trøll
Tað, sum allir menn vilja hava = konu
Ein limur, sum ger nyttu = fingur

Kirkjan

Bakkin fram við sandinum var nevndur Kirkjubakkin. Har var kirkja og kirkjugarður. Av tí at brimið máaði undan kirkjugarðinum, varð hann í 1741 fluttur norður á Oyruna, har nýggj kirkja sama ár varð bygd. Núverandi kirkjan er bygd í 1917 og er fjórða kirkjan á hesum stað. Magnus á Kamarinum teknaði kirkjuna, og stóð fyri byggingini.

Sagnir um sjórænarar

Uppi í bønum, uttan fyri Skarvatanga, eru toftir av lítlari húsagrund, rópt Vakhús. Í sjórænaratíð sótu fólk her og hildu vakt. Annað slíkt stað er uppi á Manssetri. Eitt annað pláss, sum eisini vísir aftur til sjórænaratíðina, er toftin uppi á Palli. Her stóð hús, sum sandavágsfólk nýttu at krógva seg í fyri sjórænarunum.

Løgmansgarður og sýslumanssæti

Árini 1555 til 1816 búði løgmaður í Sandavági og hevði Steigagarð leiguleysan í festi. Frá 1670 og til 1913 var sýslumanssæti í Vágum eisini staðfest í Sandavági.

Skúlin

Søgnin sigur, at Peter Araboe helt skúla í Sandavági í 1700 árunum, tá hann búði har. Frá 1829 til um 1845 var Jørgen Frans Jacobsen úr Miðvági, ferðalærari í Sandavági. Í 1873 var Jakob Jakobsen settur lærari fyri Miðvág og Sandavág. Í Sandavági helt hann skúla í húsunum hjá Gamla sýslumanni, men í 1875 vórðu eini sethús umbygd til skúla, og var skúli hildin har til 1896, tá nýggjur skúli varð bygdur. Hans Andrias Djurhuus, skald, var lærari frá 1909 til 1916. Í 1961 varð felagsskúli við fimleikarhøll tikin í brúk á Giljanesi; stórur partur av hesum skúla varð tikin niður aftur í 2012. Í 1983 var ítróttarhøllin bygd. Nýggi og stásiligi skúlabygningurin á Giljanesi stóð liðugur í 2014.

Úti á Bakka

Úti á Bakka vóru seks pakkhús, fimm eru til enn. Í Bartalstovupakkhúsinum, sum er frá 1870, var fyrsti handilin í Sandavági. Í pakkhúsunum varð tikið ímóti fiski og fiskur arbeiddur.

Fiskastykkið úti á Gjógv er umvælt í 2015. Upprunaliga varð fiskurin borin út á fiskastykkið í grótleypi, seinni varð jarnbreyt gjørd.

Kendir sandavágsmenn

V.U. Hammershaimb, 1819-1909, varð føddur á Steig í Sandavági. Faðir hansara var seinasti løgmaðurin í Sandavági. Hammershaimb var prestlærdur, próvstur Føroya í mong ár, og málkønur. Og er faðir at tí føroyska skriftmálinum, sum hann evnaði í 1846. Í 1919 var minnisvarði reistur í Sandavági til minnis um Hammershaimb. H.C.W. Tórgarð, arkitekur, teknaði og Petur Arge stóð fyri arbeiðinum.

Jens Pauli Heinesen, 1932-2011, var sera virkin rithøvundur, fekk tríggjar ferðir virðisløn M.A. Jacobsens og í 1999 fekk hann Mentanarprís Landsins. Í 2016 var minnisvarði reistur honum í Sandavági.

 

Sandavágur varð best røkta bygd árini, 1997, 2003 og 2008.

um hinar bygdirnar í

Vágum og Mykinesi