Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/visitvagar.fo/public_html/wordpress/wp-includes/pomo/plural-forms.php on line 210

Warning: Cannot modify header information - headers already sent by (output started at /var/www/visitvagar.fo/public_html/wordpress/wp-includes/pomo/plural-forms.php:210) in /var/www/visitvagar.fo/public_html/content/themes/liquidminds_visitfaroeislands/functions.php on line 2
Kirkjur og søvn - summarið 2022 - Visit Vagar

Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Kirkjur og søvn – summarið 2022

KÁLVALÍÐ, MIÐVÁGS KIRKJA OG SANDAVÁGS KIRKJA

Sum eina royndarverkætlan í summar, verður Kálvalíð opið fast 3 dagar um vikuna. Sum nakað nýtt, fer Miðvágs kirkja eisini at hava fastar upplatingartíðir somu dagar fram til 16. septembur 2022.

Allar tíðirnar umskarast hvørja aðra, so møguligt er hjá fólki at vitja øll 3 støðini.
.

Kálvalíð

Mikudag kl. 15 til 17
Hósdag og fríggjadag kl. 12 til 14
Kostnaður er 50kr fyri hvønn.
.
Bólkar kunnu bíleggja tíð uttanfyri upplatingartíðirnar.
Tá er tað 30kr fyri hvønn, um tey eru fleiri enn 10 fólk, umframt 500kr fyri frágreiðing frá ferðaleiðara um Kálvalíð.
.
Umstøðurnar eru ikki til at stórir bussar kunnu ikki koyra niðan. Um tað eru størri bólkar er best at frágreiðingin um Kálvalíð verður givin í bussinum og so kunnu tey fara inn at hyggja aftaná. Fyrispurningar um bólkatúrar skulu sendast til vaga@vaga.fo.
.

.

Miðvágs kirkja

Mikudag, hósdag og fríggjadag kl. 13.00 til 15.00

Ókeypis tíðarskeiðið kirkjan er opin. Ferðabólkar gjalda 20kr fyri hvønn.

Bólkar kunnu seta seg í samband við kirkjuráðsformann Hans Jørgensen, Tlf. 28 83 18, t-postur: midvags@kirkja.fo
.
..

Sandavágs kirkja

Mikudag, hósdag og fríggjadag kl. 14 til 16..

Ókeypis tíðarskeiðið kirkjan er opin. Ferðabólkar gjalda 20kr fyri hvønn.
.
Bólkar kunnu seta seg í samband við kirkjuráðsforkvinnu, Lilju S. Joensen, tlf. 25 76 00, t-postur: sandavags@kirkja.fo
.

.

Matur

Eisini er upplagt at fáa sær ein betri bita t.d. á Fiskastykkinum, sum hevur opið kl. 10.00 til 18.00 ella í Essuni, sum hevur opið kl. 11.00 til 15.00, hesar somu dagar sum Kálvalíð og kirkjurnar. Somuleiðis hava Gásadalsgarður, Bakkastøðin, Pollastova og Smiðjan eisini opið um dagarnar, so møguleikarnir eru nógvir!

.

KRÍGSSAVNIÐ

Summarið 2022 er opið 1. mai – 30. septembur.

Upplatingartíðir eru leygar- og sunnudagar millum 14-17. Annars eftir avtalu.

Kostnaður:
Vaksin: kr. 50,- fyri hvønn.
Børn: 13 ár og yngri – ókeypis.

Avsláttur:
Ferðaløg, 10 fólk, ella fleiri, í fylgi:
kr. 30,00 fyri hvønn, sum skal gjaldast í einum. Sí meir á heimasíðu savnsins.

Rundvísing við frágreiðing: kr. 500,- fyri tíman + atgongugjald.

telefon: 221940

teldupostur: kjohannielsen@gmail.com

facebook: Krígssavnið

heimasíða: ww2.fo

.