Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

No Rest For The Wicked

Filmur í Løkshøll

Romantiski ræðufilmurin 'No Rest For The Wicked' er ein djørv søga um djúpan men truplan kærleika, sum vinnur á øllum, sjálvt deyðanum.
Filmurin byggir á týska søgu, sum fer fram í Føroyum í 1862.
Tá ið ein ókunnumaður bjargar fiskimanninum Balduri frá at drukna, verður hann heilsaður við takksemi, í byrjanini. Men tá ið hesin fremmandi hvalaveiðumaðurin, Helge, byrjar at venda øllum á høvdið í lítlu bygdini seta bygdafólkini sær fyri at fáa hann av vegnum.
Tað er danin Kasper Kalle, ið hevur leikstjørnað filmin.
Leikarar eru Egor Venned (Baldur), Pilou Asbæk (Helge), Sofia Nolsøe (Ásla), Kjartan Hansen (Súni), Jóhannes Haukur Jóhannesson (Jákup) og Brimheim (Beinta). Eisini eru fleiri aðrir føroyskir leikarar við á leikaralistanum.

Ein av framleiðarunum av filminum er Outlier Projects við Jón Hammer.

Filmurin er 103 minuttir langur.
Atgongumerki á 90 kr (+8 kr avgjald) á loksholl.fo og við dyrnar.

Bústaður

Løkshøll Cultural Venue

Rókavegur 1

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar