Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

FJORD

Filmur í Løkshøll

Filmurin FJORD, sum vann Gullpálmarnar í Cannes 2026, snýr seg um eina rumensk-norska familju, Gheorghiu, sum búsetir seg við ein fjarskotnan norskan fjørð í vónini um at skapa sær eina nýggja tilveru í heimstaðnum hjá mammuni. Lisbet og Mihai royna at finna seg til rættis í lokalsamfelagið og gerast góðir vinir við grannafamiljuna Halberg. Men tá dóttirin kemur í skúla við bláum merkjum, seta bygdafólkini spurnartekin við uppalingina og trúnna hjá familjuni.

FJORD er eitt sterk søga um eina familju og teir tvídráttir, sum stinga seg upp, tá ymiskar mentanir og siðvenjur bresta saman í einum lítlum samfelag. Høvuðsleiklutirnar sum hjúnini Gheorghiu spæla heimsstjørnurnar Renate Reinsve og Sebastian Stan.

Norska Renate Reinsve er kend úr filminum 'Verdens verste menneske' og vann eina virðisløn hendan leiklutin, og varð tilnevnd eina Oscar virðisløn í 2026 fyri filmin 'Affeksjonsverdi'. Rumenska Hollywood-stjørnan Sebastian Stan hevur vunnið bæði eina Silver Bear og Golden Globe virðisløn fyri sín leiklut í 'A Different Man' og varð tilnevndur eina Oscar virðisløn fyri leiklutin sum Donald Trump í filminum 'The Apprentice'.

Tað er virðislønti Christian Mungiu sum hevur leikstjørnað og skrivað handritið til filmin.

Filmurin er 146 minuttir langur.
Kostnaður kr. 90 (+ 8 kr avgjald)

Bústaður

Løkshøll Cultural Venue

Rókavegur 1

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar