Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Ljós Advent í Fuglafirði

  • Fuglafjørður í jólahýri

Kom til eitt hugnaligt vikuskifti við jólamarknaði, jólatrøum og jólasølu

Í Fuglafirði verður jólatræið tendrað fyrsta sunnudag í advent, og hetta vikuskifti er býurin ljósur og hugnaligur við jólaperum og pynti. Handlarnir hava opið til kl. 20 fríggjadagin og til kl. 16 ella kl. 18 leygardagin. Í Ribarhúsi verður hekklaða jólatræið tendrað fríggjadag kl. 17, meðan hugnaligur jólasølumarknaður er í húsinum leygardag og sunnudag.

LJÓS Í ADVENT
LEYGARDAGIN 30. NOVEMBER

Kl. 10 - 16 Vørðslan, Kato, Fjord & Beautee hava opið

Kl. 10 - 18 NoðaStova fyllir 5 ár! Minus 20%, kaffi og karamellir

Kl. 11 - 18 Piddasahandil hevur jólasølu, Akker hevur jólablómuhandil, og Rósa Rógvadóttir Simonsen tekur fittar jólamyndir á loftinum. Bílegg tíð hjá Rósu á tlf. 586359

Kl. 11 - 18 Í Ribarhúsi er jólamarknaður, har ymisk vitjandi selja heimavirkaða vøru. Hugnaliga Lúkukaffi er opið við lekkrum køkum frá Mariettu kondittarí.

Kl. 16 Ribarhús: Bókaframløga. Bókin 'Vilji er lekjandi máttur' um Gunnar Hjelm verður løgd fram. Bárður á Lakjuni syngur og Lúkukaffi er opið.

Kl. 19 - 02 Ungdómshúsið: Dreingjakvøld. Matur & ymiskt spennandi

FYRSTI SUNNUDAGUR Í ADVENT
1. DESEMBER

Kl. 12 Kirkjan: Familjugudstænasta, talvan gongur fyri Sjómanskirkjuna. Gudstænastan verður útvarpað. Kirkjan bjóðar døgurða aftaná.

Kl. 14-18 Ribarhús: Jólamarknaður við heimavirkaðum vørum o.ø. Piddasahandil hevur jólasølu, Akker hevur jólablómuhandil, og Lúkukaffi hevur jólaliga kafé við køkum frá Mariettu kondittarí. Rósa Rógvadóttir Simonsen tekur fittar jólamyndir á hugnaliga loftskontórinum.

Kl. 15 Ribarhús: Gospelkórið í Fuglafirði syngur jólasangir.

Kl. 15 - 17 Prestagarðurin: Opið hús, nú húsini eru renoverað, og familjan er flutt inn aftur.

Kl. 15 Mentanarhúsið: ÍF Flogbóltur hevur jólakafé og jólatombola.

Kl. 15 - 17 Jólatrøini í kommununi verða tendrað, og vit fá eina góða røðu. Fuglafjarðar Hornorkestur spælir og jólamenn vitja.

Kl. 15.00 á Hellunum. Drekka í Bønhúsinum
Kl. 16.30 á Kambsdali
Kl. 17.00 við Mentanarhúsið. Silvi vitjar og hevur endurskin við

Bústaður

Ribarhús Fuglafjørður

í Støð 14

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur