Familju vinarligar Vágar
Tær nýtist ikki at stúra, um tú ferðast við børnum, tí tað eru nógvir møguleikar at halda tey virkin í Vágum.
Allar bygdirnar hava góð spælipláss og bæði størri og smærri fótbóltsvøllir.
Sandstrendir, áir og vøtn, har tú annaðhvørt kann rógva, fanga síl ella svimja. Firðir ið eru vælegnaðir til krabbaveiðu. Harafturat eru eisini fleiri viðarlundir, har børnini kunnu klemma trøð, renna runt og eta matpakka. Vit hava eisini familjuvinarligar gongutúrar í økinum, so sum leiðin til Trøllkonufingur, gøtan til Bøsdalafoss, og túrurin eftir Vørðunum úr Miðvági til Vatnsoyrar ella til Fjallavatn er lætt at ganga og ikki høgar hæddir. Nakrir av bátatúrunum eru eisini hóskandi til smærri børn.
Niðanfyri sært tú spæliplássini í økinum

Spæliplássið á Stakka
Spælipláss mitt í bygdini í Sørvági
Vágar

Viðarlundin í Miðvági
Lítil viðarlund í hjartanum av bygdini.
Vágar

Spæliplássið á Giljanesi
Spæliplássið við skúlan á Giljanesi
Vágar

Spælipláss Norðuri á Heiðum
Spælipláss norðuri á Heiðum í Miðvági
Vágar

Viðarlundin í Sandavági
Lítil viðarlund í Sandavági
Vágar

Spæliplássið við Kirkjar
Spælipláss sum liggur við Kirkjar í Miðvági
Vágar
Spæliplássið við Gamla Skúla
Lítið spælipláss við gamla skúla í Sandavági
Vágar

Spæliplássið í Bø
Spælipláss í vøkru bygdini Bø
Vágar
Spæliplássið í Sørpum
Spælipláss í Sørpum í Sandavági
Vágar