Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Fuglafjørður - Hellurnar - umvegis Altarið
Ein góður túrur millum stórbær fjøll og huldufólk, eftir gomlu bygdagøtuni millum Fuglafjørð og Hellurnar, við stuttum rendi niðan á Altarið at njóta serstakliga vakra útsýnið yvir Oyndarfjørð, Djúpini, Norðoyggjar umframt Góðadal, sum veitti nógv og gott torv til fleiri bygdir.
Túrurin byrjar við Bókasavnið beint omanfyri bátahylin. Frá bókasavninum gongur tú skrátt eystur gjøgnum fríøkið og haðani niðan eftir Traðargøtu, niðan um skúlan og haðani eystur um fótbóltsvøllin og síðani niðan á eystaru síðu á Skarðsá, gjøgnum rættina og víðari út gjøgnum bøgarðsportrið. Pelar vísa leiðina víðari niðan fram við Skarðsá.
Við bakinum móti Fuglafirði sært tú í vestri Blábjørg, Jøklaskarð, Gjógvaráfjall og Niðan á Hús, hagar fólk í gomlum døgum flýddu undan sjórænarum. Síðan sært tú Nón (sum hevur fingið navnið, av tí at sólin rakar um nón – tað er klokkan trý seinnapartin), Breiðaskarð, Kamb, Trælavatnaskarð og Tyril.
Tiltakið Topp Fuglafjørður er stundum í septembur. Talan er um túr niðan á tey 10 fjøllini kring Fuglafjørð. Túrurin er einar 18-20 km og rættiliga krevjandi, men framúr vakur. Nærri kunning fæst á kunningarstovuni á staðnum.
Uppi við Botnsbrúgv verður farið vestur um ánna, har tú kemur inn á gomlu varðagøtuna, kallað Sjúrðargøta.
. Søgnin sigur, at ein risi kom úr Suðuroy til Oyndarfjarðar at royna sína styrki, men eingin hættaði sær móti honum. Oyndfirðingar eggjaðu Sjúrði bónda at bjóða risanum av. Hann vildi hava yngsta sonin, ið eisini æt Sjúrður, at royna seg. Teir tókust, og Sjúrður vann á risanum. Pápin lønti honum væl fyri roysnið.
Fylg varðunum niðan gjøgnum Botn, niðan á Fuglfjarðarskarð. Á skarðinum eru tveir stórir varðar, og gamalt er at leggja tríggjar steinar aftur at vørðunum, hvørja ferð tú gongur fram við teimum, og siga: “Í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.” Hetta er ætlað bæði at vælsigna teg og verja teg, so tú ikki villist. Av skarðinum sært tú norðureftir móti Oyndarfirði og fjøllini, Tind, Knúk og Sandfelli. Fyrsta sunnudag í august er siður at hava fólkafund við røðu og sangi á Skarðinum.
Av Fuglfjarðarskarði ber til at gera eitt rend niðan á Altarið (483 m.), sum er fjallið beint norðanfyri, fyri at njóta serstakliga góða útsýnið. Teinurin er ein km. hvønn vegin. Gingið verður umvegis Á Hálsi, sum er gamla farleiðin yvir í Góðadal, har fuglfirðingar skóru torv. Torvið i Góðadali er tiltikið gott. Aðrar bygdir, sum ikki høvdu so gott torv, fingu eisini torv haðani, t.d. Trøllanes. Eftir røðini niðan á Altarið og serliga uppi á toppinum, er útsýnið avbera gott í allar ættir. Kanska serliga vakurt er at hyggja norðuryvir Oyndarfjørð og Hellurnar og út á Norðoyggjar við eyðkendu vøkru Kalsoynni fremst við djúpum gilum og høga forberginum undir Nestindum og Borgaranum. Men eisini útsýnið oman yvir Góðidal og suður móti Fuglafirði við fjøllunum har rundanum er sera vakurt. Gingið verður sama veg oman aftur á Fuglfjarðarskarð.
Tá ið tú gongur oman av skarðinum, eru Hulduheyggjar vestanfyri. Tað var her, jarðarmóðirin á Dalbø í Fuglafirði hjálpti einari huldukonu, ið var komin til at eiga. Hon fekk góða løn afturfyri.
Ein onnur søga er um stríð um jørð millum bóndan í Oyndarfirði og Gullbrand bónda í Fuglafirði. Gullbrandur varð dripin og fjaldur í Gullbrandshelli og lagdur í Gullbrandsleiði, sum er næst gøtuni.
Tá ið tú nærkast Hellunum, gongur tú oman Kliv og Spreingisbrekku. Tað er eitt sindur bratt, til tú kemur til hagaportrið.
Fuglafjørður - Hellurnar
Busssamband er bæði til Fuglafjarðar og Hellurnar Leið 410 koyrur til og frá Fuglafirði.
Parkering í Fuglafirði
Í Fuglafirði ber til at seta bilin við vegjaðaran oman fyr Bókasavnið, Karvatoftir 1, sí grønu frámerkingina. Fylg bláu strikuni út á bygdagøtuna.
Hellurnar - Fuglafjørður
Busssamband er bæði til Fuglafjarðar og Hellurna. Leið 481 koyrur av Skálafjørðið til Oyndarfjørð.
Parkering á Hellunum
Á Hellunum eru hampiliga góðir parkeringsmøguleikar. Niðan fyri vegin niðri bygdini, har sum gøtan byrjar, er parkeringspláss til nakrar bilar. Annars eru góð parkeringsviðurskifti niðri við kaiina, har sum høvuðsvegurin endar, uml. 160 m frá sjálvari bygdagøtuni. Til ber eisini at seta bilin við kirkjuna, um tað ikki er í kirkjutíð. Sí grønu frámerkingarnar.
Fuglafjørður - Hellurnar
Hellurnar - Fuglafjørður
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar