Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Skeiðsskarð - Norðadalur (fyri Vestan)
Ein lættur, fjølbroyttur og umtóktur túrur við einastandandi útsýni.
Frá Skeiðskarð, har túrurin byrjar, er útsýnið frálíkt. Um veðrið loyvir tí, síggjast Vágar og Trøllkonufingur, og høgrumegin stendur 767 metrar høga Skælingsfjall. Vinstrumegin hevur NATO radaraútgerð staðið á Sornfelli, síðani 1963.
Ein hálvan kilometur eftir grúsvegnum síggjast stórir klettar og gingið verður inn í grýtut lendið. Her kann leiðin vera torfør at síggja. Leysa grótið kann glíða undan, og gan varliga. Komin upp um Skorðadalsegg, gerst lendið heilt øðrvísi. Valla og lutfalsliga lítið av gróti.
Á hesum teininum er farleiðin eisini eitt sindur trupul at síggja, men gøtan rennur saman við gomlu bygdagøtuni millum Skæling og Norðradal, og her eru leivdir frá stórum og vøkrum varðum.
Frá Skoradali verður farið uppum Vatnsdalsegg, har útsýnið yvir oyggjarnar er frálíkt. Niðri í dalinum síggjast vøtn. Minst til at ganga vinstrumegin stóra vatnið og ánna framvið vatninum. Har, áin rennur saman við aðrari á, er ein lítil bakki. Gøtan gongur vinstrumegin bakkan. Ein varði markerar gøtana Áarstíggjur, sum gongur oman til Norðradals. Ansa eftir, tí gøtan kann vera hál.
Fylg gøtuni inntil farið verður innum bøgarðin.
Skeiðskarð - Norðradalur
Túrurin krevur nakað av planlegging av tí at ongin bussur koyrir til, har túrurin byrjar ella endar.
Við skeiðskarð ber til at seta bilin frá sær framvið grúsvegnum (sí bláu linjuna), men her er sera óslætt og best er, um bilurin hevur hóskandi dekk.
Norðradalur - Skeiðskarð
Tað er eingin bussleið til og frá Norðadali.
Parkering í Norðradali
Koyr heilt inn eftir høvuðsvegnum ímóti niðurlagda alibrúkinum. Vegurin út til niðurløgdu alistøðina í Norðradali er stongdur. Bilurin kann verða settur við stongda portrið og niðaneftir og skal setast tætt inn við hegnið – sí grønu linjuna. Haðan verður gingið eftir bláu linjuni niðan til fyrsta portrið, og har slepst út í hagan – sí bláu linjuna.
Skeiðsskarð - Norðadalur
Norðadalur - Skeiðsskarð
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar