Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Suðuroy úr norðri í suður
Lat teg dára av Suðuroy á hesum avbjóðandi, sermerkta og vakra túri úr norðri í suður
SANDVÍK – HVALBA
Túrurin byrjar við endan á vegnum við Mýrarnar í dalinum vestan fyri Sandvík. Eitt skelti á staðnum vísir á gomlu bygdagøtuna til Hvalbiar. Fylg varðunum niðan brekkuna.
Sandvík er millum elstu bygdir í Føroyum. Søgnin sigur, at víkingahøvdingin Sigmundur Brestisson svam úr Skúvoy til Sandvíkar einaferð fyrst í 11. øld, eftir at fíggindi hansara Tróndur í Gøtu og menn hansara lupu á hann. Tað mesta av teininum svam Sigmundur við tveimum monnum á bakinum. Útlúgvaður kom hann upp á turt á sandinum í Sandvík, men har drópu bóndin Torgrímur Illa og synir hansara Sigmund.
Í erva er fitt av sløttum lendi, áðrenn undanbrekkan gongur oman til Hvalbiar. Á síðsta strekkinum á veg til bygdina gongur leiðin ígjøgnum ein geira við laðaðum garði høgrumegin og einum hegni vinstrumegin. Far ígjøgnum bygdina fram við sandinum og síðan til vinstru ímóti Nesi.
HVALBA – TRONGISVÁGUR
Á vegnum út í Nes síggjast kolanámini uppi í dalinum, har kolanámsvinnan blómaði í mong ár. Suðuroy, og serliga hetta økið, er einasta stað í Føroyum við umstøðum fyri kolanámsvinnu.
Nakrar hundrað metrar framman fyri býlingin Nes, vinstrumegin gøtuna, liggja Turkagravirnar. Hvalba var, eins og øll Suðuroyggin, illa plágað av sjórænarum fyrr í tíðini. Sagt verður frá einum øgiligum álopi á Hvalba í 1629, tá ið algeriskir sjórænarar rændu nógv bygdarfólk. Sambært frásagnunum strandaði eitt av skipunum, og líkini av sjórænarunum skolaðu upp á land. Søgnin sigur, at tey eru grivin her.
Túrurin byrjar við Fitjarnar beint vestan fyri Nes. Fylg hegninum millum bø og haga niðan á Lítla Hamar. Uppi á kneysanum er ein tilgrógvin steingøta. Hon verður kallað Prestgøta, helst tí at hon er so breið, at prestinum ikki tørvaði at stíga av hestinum. Gøtan heldur fram upp í Káragjógv, har presturin Kári sigst at vera dottin oman. Niðan gjøgnum gjónna er gøtan brøtt í støðum, men hon er ikki illgongd. Ver tó varin, tí steinarnir kunnu vera hálir, tá ið tað er vátt.
Fylgir tú varðunum, er fyrsti heyggjur á vegnum Lítli Íslendingur, og beint vestanfyri liggja Sigmundarsteinar: Sigmundur, Tórir og Einar. Gakk ikki ímillum teir. Tá skalt tú við eitt verða gamal/gomul, ella doyggja áðrenn árið er liðið. So sigur søgnin. Tað sigst, at Sigmundur Brestisson bar steinarnar higar.
Hiðani er frálíkt útsýni. Bæði Lítla Dímun og Stóra Dímun síggjast eins og Skúvoy og Sandoy eystanfyri. Vestanfyri sæst partur av Hvalbiarbygd.
Komin hálva leið millum Hvalba og Mannagjógv er eisini framúr útsýni yvir Vatnsdal og Vatndalsvatn, har nógvur fuglur heldur til.
Við Mannagjógv býtir varðagøtan seg sundur. Far eftir gøtuni høgrumegin. Gakk oman gjøgnum dalin í Trongisvági til viðarlundina. Har eru borð og benkur, og so statt liggur væl fyri at fáa sær ein kaffi- ella matarsteðg, áðrenn túrurin heldur fram.
TRONGISVÁGUR – ØRÐAVÍK
Far út úr viðarlundini, yvir um brúnna og niðan á vegin. Umleið 40 metrar longri yviri á vegnum stendur eitt skelti við áskriftini Gl. Fámjinsgøtan. Fylg gøtuni og varðunum niðan í Hvammabotn og víðari niðan í Oyrnaskarð. Í Hvammabotni er sermerkt landslag við nógvum gróti. Vestanfyri eru Gluggarnir, sum er hægsta fjall í Suðuroy. Uppi yvir tær er Oyrnafjall. Á nýggjárinum er siðvenja at ganga niðan á Oyrnafjall at brenna bál.
Úr Oyrnaskarði sæst Ørðavíkarbygd. Gakk oman ímóti bygdini og yvir um ánna. Snara av við fyrstu sneiðing, áðrenn vegurin fer niðaneftir aftur. Halt fram umleið 1,3 km eftir vegnum oman ímóti húsunum. Við fyrsta húsið er vegur høgrumegin. Fylg vegnum einar 200 metrar niðan til hagaportrið. Hiðani sæst Mannaskarð, og haðani heldur túrurin fram.
ØRÐAVÍK – VÁGUR
Gøtan fylgir Tinggili Uppi Millum Stovur, sum var tingstaður í Suðuroy. Landslagið er sermerkt við gjáum og herðum við hvøssum kombum eftir síðunum. Tingborðið sæst eisini her. Sambært søgnini varð húskallurin Snæbjørn úr Hvalba dømdur her til fýra ára revsiarbeiði á Bremarhólmi fyri at hava keypt turriklæði frá ólógligum handilsskipi. Ikki óvæntað var Snæbjørn ónøgdur við dómin og royndi at drepa dómaran, men ístaðin rakti hann sýslumannin so meint, at hann doyði. Snæbjørn flýddi av tingstaðnum og livdi mong ár útlagin í fjøllunum í Suðuroy. Vegurin niðan á Mannaskarð er stríggin. Á síðsta teininum er sera grýtut. Ansa eftir ikki at loysa grótið.
Uppi á Mannaskarði er gott útsýni yvir dalin við Vatnsnesi og Bessavatni. Í 1960’unum bygdi SEV eina vatnorkubyrging, og tunnil varð boraður úr Vatnsnesi oman í Botn. Síðan kemur Vágsskarð, sum henda gøtan eisini fer framvið, og Hvannafelli. Høgrumegin sæst Borgarknappur við tindinum, ið ikki sørt minnir um eina miðaldarborg.
Gøtan fylgir Vatnaryggi millum vøtnini. Her er nógvur fuglur at síggja. Tað sigst, at óvanliga nógv huldufólk eisini eru her. Vinstrumegin gøtuna á Vatnaryggi liggur Ærgidalur. Her hava fornfrøðingar hjá Tjóðsavninum funnið húsatoftir. Í víkingatíðini varð dalurin nýttur til beiti. Tá í tíðini var tað vanligt hjá fólki at búgva í haganum um summarið og ansa kríatúrunum. Aftan á Vágsskarð er líðandi undanbrekka oman í Hvannadal. Haðan er heldur bratt. Varðarnir vísa vegin oman til Hvannadalsá. Far yvir um ánna, tá ið tú nærkast gjónni, og gakk síðan oman í Vágsbygd vestan fyri viðarlundina.
VÁGUR – AKRABERG
Gakk oman til vágna og fylg vegnum til Lopra. Gamla bygdagøtan var her á leið. Ansa eftir bilunum, tí her er eingin gongubreyt. Hiðani sæst tað víðagitna Beinisvørð og keyluskapaða fjallið, Kirvi. Sneið av vegnum og niðan í hagan høgrumegin, nakað áðrenn tú røkkur Sumbiartunlinum. Her er gøtan heldur torfør at síggj, men miða teg eftir SEV-pelunum og lítlu grótbrúnni tað fyrsta strekkið. Nýt stóru mastrina á Hestinum sum ýti.
Av Hestinum kanst tú ganga eftir vegnum allan vegin til Akraberg. Tað verður viðmælt, um mjørki er í økinum. Annars kanst tú fara eftir gomlu gøtuni oman til Sumbiar og haðani halda fram til Akraberg. Gøtan liggur høgrumegin vegin beint eftir rulluportrið. Sumba er millum elstu bygdir í Føroyum. Bygdin er tiltikin dansibygd og ikki minni gitin fyri sín vakurleika við tí stórfingna Sumbiarhólmi beint uttan fyri bygdina. Sumba var eisini heimbygd hjá víðagitna skaldinum Poul F. Joensen, ið var kendur fyri sínar speisku og atfinningarsomu yrkingar um føroyska samfelagið. Tó yrkti hann eisini meistarliga um djúpan kæleika og móðurlandsalsk.
Gøtan gongur oman til fótbóltsvøllin. Far haðani eftir vegnum og sneið til vinstru við skeltið við áskriftini Akraberg. Vegurin til Akraberg er umleið tveir kilometrar eftir asfalteraðum vegi.
Suðuroy úr norðri í suður
Leið 700 og 701 koyra allan vegin frá Sumba til Sandvíkar, men av tí at bæði Sumba og Sandvík eru avsíðis, krevja flestu túrarnir tilkalling.
Parkering, Sandvík
Á tveimum støðum, sum ikki eru í sjálvari bydini, er best at seta bilin. Á myndini omanfyri verður víst til hesi støð.
Fyrsta staðið (parkering 1) er beint áðrenn tú kemur til bygdina eitt fitt petti frá bygdagøtuni. Hinvegin koyrir bussurin framvið her, og tí er tað lætt at koma norður aftur eftir bilinum.
Annað staðið (parkering 2) er beint við bygdagøtuna, og hóast hetta parkeringsplássið er størri, so er lendi rættiliga runut í regni.
Suðuroy úr suðuri í norð
Leið 700 og 701 koyra allan vegin frá Sumba til Sandvíkar, men av tí at bæði Sumba og Sandvík eru avsíðis, krevja flestu túrarnir tilkalling.
Suðuroy úr norðri í suður
Suðuroy úr suðuri í norð
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar