Familju vinarligar Vágar
Vágar er eitt frálíkt ferðamál fyri barnafamiljur. Her finnur tú bæði góð spælipláss og fótbóltsvøllir í øllum bygdunum, og náttúran gevur óteljandi møguleikar til upplivingar.
Sandstrendur, áir og vøtn bjóða seg fram til svimjing, rógving ella at fanga síl, og í firðunum kunnu børnini royna seg við krabbaveiðu. Eisini eru hugnaligar viðarlundir, har familjan kann spæla og njóta matpakkan saman. Tú finnur eisini fleiri lættar og familjuvinarligar gonguleiðir: Til Trøllkonufingur, Bøsdalafoss ella eftir vørðunum úr Miðvági til Vatnsoyrar – ella víðari til Fjallavatn. Nakrir av bátatúrunum eru eisini væl egnaðir til børn.
Sí niðanfyri yvirlit yvir spæliplássini í økinum.
Spæliplássið á Stakka
Spælipláss mitt í bygdini í Sørvági
Vágar
Viðarlundin í Miðvági
Lítil viðarlund í hjartanum av bygdini.
Vágar
Spæliplássið á Giljanesi
Spæliplássið við skúlan á Giljanesi
Vágar
Spælipláss Norðuri á Heiðum
Spælipláss norðuri á Heiðum í Miðvági
Vágar
Viðarlundin í Sandavági
Lítil viðarlund í Sandavági
Vágar
Spæliplássið við Kirkjar
Spælipláss sum liggur við Kirkjar í Miðvági
Vágar
Spæliplássið við Gamla Skúla
Lítið spælipláss við gamla skúla í Sandavági
Vágar
Spæliplássið í Bø
Spælipláss í vøkru bygdini Bø
Vágar
Spæliplássið í Sørpum
Spælipláss í Sørpum í Sandavági
Vágar