Útsýnisstøð
Vágar er full av serstøkum útsýnisstøðum, og nógv teirra eru lætt atkomulig. Her kanst tú uppliva høg berg, ið vitna um náttúrumáttin, vøtn sum spegla himmalin, drangar sum reisa seg úr Norðuratlanshavinum og fossar, ið falla vakurt móti sjónum. Tað er næstan torført at vita, hvar ein skal byrja – men her fært tú nøkur av okkara tilmælum.