Dunnesdrangar

Dunnesdrangar eru tveir stakkar á vestursíðuni av Vágoynni. Dunnesdrangar rísa 70 metrar upp úr havinum. Eitt væl goymt loyndarmál!

Til at koma fram til hetta bergtakandi útsýnið, gongur tú úr Sørvági eftir eini 3 km langari gøtu tvørtur um hagan, áðrenn tú kemur til útsýnstaðið.

Gongutúrar í hesum økinum krevja ein staðkendan ferðaleiðara.

Sí upplýsingar um túrar á hiking.fo og guidetofaroeislands.fo.