Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Eldradagur 2026

Í Varpinum í Klaksvík

ELDRADAGUR 2026
Leygardagin 5. sept. 2026 í Varpinum í Klaksvík kl. 12.00 – 20.00

Allir pensjónistar eru hjartaliga vælkomnir

Bussar koyra av Farstøðini, Tórshavn, kl. 11.45 til Klaksvíkar og heimaftur kl. 20.00.

Tilmelding til bussin á tif. 216539 innan 28. aug. 2026



Skrá:

kl. 12.00: Koma og søla av lutaseðlum

kl. 12.30: Maria Olsen, forkvinna í Pensjónistafelagnum Hugni, bjóðar vælkomin

kl. 12.40: Ábit

Sjúrður Kjølbro spælir tónleik

KI. 13.40: Vitjan til:

Kirkjukjallaran, Føroya Bjór, Nólsoyar Pálls húsið, Kappróðrarneystið

Kl. 15.00: Kaffi og køkur. Lutaseðlar verða drignir

Kl. 16.30: Døguri: Kári Sólstein verður borðstjóri
Noel Joensen og Olgar Petersen spæla til sangirnar.
Karl Johansen, borgarstjóri, ber fram heilsan
Skemt vid Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir
Hanus á Gørum heldur røðu
Felagssangur og síðani er orðið frítt

kl. 19.00: Upp á gólv, Ólavur Syderbø skipar

KI. 19.30: Beate L. Samuelsen, forkv. i Landsfelag Pensjónista, ber fram heilsan

Kl. 19.40 Maria Olsen, forkvinna i Pensjónistafelagnum Hugni, endar dagin



Kostnaður kr. 575,- fyri hvønn

Tilmelding við at rinda í Betri Banka á konto: 9181 – 363.778.8

í seinasta lagi mikudagin 26. aug. 2026



Lutaseðlar verða seldir við nógvum góðum vinningum

Pensjónistafelagið Hugni og Landsfelag Pensjónista.

Bústaður

Varpið

2 Klaksviksvegur

Norðoyggjar

Pensionistafelagið Hugni og landsfelag pensionista

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar