You haven’t got any favourites yet
This is where you can collect inspiration, articles, events and places that interest you.
Click the icon on pages and they’ll appear here.
Your favourites
Inspiration & Articles
Events & Tours
Places
Bon Jovi Tribute - Slippery When Wet 40 ár
40 ár eru liðin, síðani legendarisku Bon Jovi útgávuna Slippery When Wet, sum gjørdi Bon Jovi til ein av heimsins størstu rockbólkum. Og hetta skal sjálvandi hátíðarhaldast!
Á Reinsarínum bjóða vit eitt brak av eini Bon Jovi veitslu, har klassikarar sum Livin’ on a Prayer, You Give Love a Bad Name og Wanted Dead or Alive fara at runga saman við øðrum stórum hittum. Við øðrum orðum: Hetta verður eitt rockkvøld, sum seint verður gloymt.
Á pallinum standa tveir av okkara bestu rocksangarum, Dagfinn Joensen og Jens Marni Hansen. Og saman við einum framúr væl spælandi húsorkestri leggja teir lív og sál í tónleikin.
Vit kunnu lova eitt kvøld við nógvari orku, spæligleði og ódeyðiligum løgum, sum vit bæði kenna og elska!
Og nú jólini nærkast, er hetta eisini eitt upplagt høvi at geva eina jólagávu til ein, sum elskar Bon Jovi!
Address
Reinsaríið
7A Tórsgøta
Tórshavn
Event dates & tickets
Date
Specific:
Every:
Monday
Tuesday
Wednesday
Thursday
Friday
Saturday
Sunday
Price
Free
check availability
Region / Categories