You haven’t got any favourites yet

This is where you can collect inspiration, articles, events and places that interest you.

Click the icon on pages and they’ll appear here.

Your favourites

Inspiration & Articles

Events & Tours

Places

Hiking

Search Search results

INSPIRATION & ARTICLES

EVENTS & HIKES

Places

Lý Mittún í Smiðjuni Lítluvík


Lý er ein ung myndlistakvinna, ið fæst við litríkar mixed media málningar. Hon brúkar m.a. gouache og oljukrit til at skapa eitt livandi samanspæl millum náttúruna og teir mongu litirnir í náttúruni.
Tann 9.–13. oktobur hevur Lý sína aðru soloframsýning, Okkurt er í luftini, í Smiðjuni Lítluvík. Hennara fyrsta soloframsýning var "Flog" í 2024.
Verkini hjá Lý taka støði í føroysku náttúruni. Og tað er alt frá djórum til kend føroysk motiv. Nógv av verkunum eru litrík og eru ein roynd at ævintýrgerða og varpa ljós á natúrliga og ofta ósædda vakurleikan, sum er ein partur av føroyska gerandisdegnum.
Ferniseringin verður fríggjadagin 9. oktobur kl. 17:00 í Smiðjuni Lítluvík. Lyon Hansen fer at syngja nøkur løg, og okkurt gott verður eisini til góman.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Opið er soleiðis:
Fríggjadagin 9. okt.: 17:00 – 20:00
Leygardagin 10. okt.: 10:00 – 16:00
Sunnudagin 11. okt.: 14:00 – 18:00
Mánadagin 12. okt.: 14:00 – 18:00
Týsdagin 13. okt.: 14:00 – 18:00

Address

Smiðjan í Lítluvík

Skálatrøð

Tórshavn

Event dates & tickets

Date

Price