Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Search Search results

INSPIRATION & ARTICLES

EVENTS & HIKES

Places

Útgávukonsert við Mattias Kapnas

Klaverkonsert við Mattias Kapnas á loftinum á Gamla Skúla í Sandavági

Mikukvøldið 9. desembur kl. 20.00 verður klaverkonsert við Mattias Kapnas á loftinum í Gamla skúla í Sandavági.

Mattias Kapnas hevur seinastu árini arbeitt við at umskriva Klaverkonsert nr. 1 eftir Kristian Blak um til klaver og ymisk ljómborð, og 4. desembur verður nýggja plátan 'Helluljóð' givin út. Í hesum sambandi verður serstøk útgávukonsert á loftinum í Gamla skúla í Sandavági mikukvøldið 9. desembur, har stórur partur av arbeiðinum er farið fram.

Á konsertini fer Mattias at framføra tónleik av nýggju plátuni, umframt egin verk og tónleik úr klassiska repertoirinum.

Pláss er fyri 20 fólki og konsertin varðir í uml. 1 tíma.

Bústaður

The old school in Sandavágur

35 Úti á Bakka

Vágar

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar