You haven’t got any favourites yet
This is where you can collect inspiration, articles, events and places that interest you.
Click the icon on pages and they’ll appear here.
Your favourites
Inspiration & Articles
Events & Tours
Places
Skálabotnur - Oyraskarð - Vesturdalur - Skálabotnur
Ein avbera vakur túrur inn í ein annan heim sum goymir seg omanfyri Øksnagjógv og niðan Millum Herðurnar – Hugnaligt, vakurt, friðsalt og gott útsýnið.Ein avbera vakur túrur inn í ein annan heim sum goymir seg omanfyri Øksnagjógv og niðan Millum Herðurnar – Hugnaligt, vakurt, friðsalt og gott útsýnið.
Frá rættini norðan fyri Kelduna gongur tú eftir stóru brúnni tvørtur um ánna, og haðani niðan til stóra Stórheyggj, har ein varði hómast uppi á. Haðani verður gingið beina leið niðan til gjómunnan í erva, har sera vakurt er at hyggja oman í gjónna við Skálafjørðinum í baksýninum. Men ansa eftir, tí har er høgt út av.
Komin niðan um gjómunnan er tað sum um at tú trínur inn í ein annan heim. Tað gerst stilt og friðsalt. Tú sært hugnaligu ánna, sum møk rennur oman millum heyggjarnar í dalinum. Halt fram allan vegin niðan fram við ánni, niðan á skarðið Høgukinnaskarð, har tú samstundis kanst njóta góða útsýnið út eftir Skálafjørðinum.
Niðan móti skarðinum allan vegin niðan á Oyrarskarð eru góðir og stórir varðar. Ávegis kanst tú njóta góða útsýnið yvir Funningsfjørð og øll fjøllini á norðurendanum á Eysturoynni – eisini Slættaratind.
Tað er ikki torført at ímynda sær kendu søgnina um Orm bónda, har hann á hesti sínum ríðir runt í hesum víða og óbygda øki. Hann var kendur fyri at stjala seyð frá sínum grannabóndum, Funningsbóndanum norðanfyri og Oyrabóndanum vestanfyri. Og nógvar eru søgurnar um freku seyðatjóvarnar, sum gjørdu um seg á hesum leiðum, m.a. tann um Jákup Dintil í Syðrugøtu.
Leiðin gongur beina leið oman í Vesturdal. Tá tú kemur oman móti Lokkafelsgjógv eru tveir hamaðir, sum tú skalt oman um. Serliga tann ovari er brattur í støðum, so ansa eftir honum. Har eru tó fleiri støð har tað er lætt at ganga, so tað er bara at leita. Tað er ein fyrimunur at ganga eftir GPX fíluni.
Komin oman í Vesturdal fylgir tú ánni, sum møk rennur oman á Reiðgøtuna niðri á hamaranum. Halt teg uppi á hamaranum. Dreyga av til høgu, suðureftir Høga Hvíthjalla. Her sært tú onkran varða, men teir eru ikki viðlíkahildnir, og tískil liggja fleiri av teimum flatir.
Her er gott at ganga, har lendið er skiftandi vallað og hella. Útsýnið er gott yvir dalin. Tá tú kemur eystur á endan á slættanum, sært tú oman á ein lítlan spískan heygg fram við ánni, kallaður Stevnuválur. Hetta er elligamli tingstaðurin í Eysturoynni.
Tá tú kemur eystur um Rustina skalt tú ganga omanav, men bert so langt oman, at tú kemur oman um tað brattasta. Haðani skalt tú ikki ganga longur oman, men halda teg í somu hædd, og ganga beint móti Skálafirði. Tú skalt verða omanfyri hegnið hjá bóndanum. Hegnið førir teg heim til Tippafossi, niðanfyri Øksnagjógv. Her er best at ganga eftir GPX fíluni.
Tað er sera vakurt og hugnaligt at koma oman til høga og vakra Tippafoss. Uppi frá stóru Øksnagjógv, beint omanfyri, rennir áin gjøgnum eitt djúpt gil oman til fossin, niður í ein stóran djúpan hyl, og haðani víðari oman í Fjarðará. Samb. søgnini var tað her, at áður nevndi Ormur bóndi goymdi líkini av Oyrabóndanum og syni hansara, eftir at hann hevði dripið teir. Í svøvni kom hann at fortala seg, har hann segði “Klæðini liggja undir kvørnini, og kropparnir undir Typpafossi!”. Húskallarnir hoyrdu hetta og funnu kropparnar og blóðdálkaðu klæðini. Hann bleiv stevndur og við áðurnevnda Stevnuvál, bleiv hann dømdur til deyðis. Samstundis sum dómurin bleiv sagdur, sprakk hann avstað og kláraði at flíggja á hesti sínum út móti Skála. Men eftir eina kapprenning fyrst á hestum og síðani til fóts, bleiv hann innheintaður og fekk hælsinina skorna yvir. Á hestbaki bleiv hann so fluttur aftur til Stevnuvál, har hann bleiv dripin og jarðaður.
Gakk víðari seinasta strekkið, beint omanfyri Stórheyggj, og haðani oman til seyðarættina áraka stóra bygningin hjá samkomuni Kelduni í Skálafirði, har brúgv er tvørtur um ánna. Portrið er omanfyri rættina.
Skálabotnur - Oyraskarð - Vesturdalur - Skálabotnur
Skálafjørður is a main stop on route 400 between Tórshavn and Klaksvík.
SSL route 400.
Several local bus routes also use this stop.
It is easy to park your car in Skálafjørður, e.g. along the road up to the sheep fold, which you will find just north of the church Keldan — see the green lines. From here, go through the gate above the sheepfold. Having gone through the gate, head down and around the sheepfold, cross the bridge and continue upward toward the hill Stórheyggur — see the blue line.
Skálabotnur - Oyraskarð - Vesturdalur - Skálabotnur
Facts
Duration
distance
Peak
Elevation