You haven’t got any favourites yet
This is where you can collect inspiration, articles, events and places that interest you.
Click the icon on pages and they’ll appear here.
Your favourites
Inspiration & Articles
Events & Tours
Places
70 ára hátíðarhald hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags
Í sambandi við at Bókadeild Føroya Lærarafelags fyllir 70 ár í ár, skipa Lærarafelagið og Bókadeildin fyri almennum hátíðarhaldi við fyrilestrum, upplestri, tónleiki og ábiti í Auluni í Finsen á altjóða læraradegnum 5.oktober kl. 13.00-17. Øll eru vælkomin.
Dagurin verður skipaður í tvey tiltøk, sum hanga saman. Tað fyrra við framløgum um føroyskar barna- og ungdómsbøkur, og tað seinna sum 70 ára móttøka.
Barna- ungdómsbøkur á føroyskum kl. 13.00 – 14.45
· Vælkomin og upplegg um Bókadeild Føroya – Sigfríður Sólsker, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags
· Søgan hjá Bókadeildini - Niels Jákup Thomsen, fyrrverandi stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags
· Upplestur – Ingun Christensen
· Føroyskar barnabókmentir í dag – Paula Gaard, phd í bókmentafrøði
· Upplestur – Rakel Helmsdal
· Takk fyri – Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum
Móttøka – Bókadeild Føroya Lærarafelags 70 ár kl. 15.00
· Vælkomin – Sigfríður S. Sólsker og Jacob Eli S. Olsen
· Ábit
· Upplestur – Elin á Rógvi
· Rithøvundavitjanir verða kunngjørdar
· Avdúking
· Marius Ziska spælir nøkur løg
Address
Aulan í Finsen
Tróndargøta 44
Tórshavn
Event dates & tickets
Date
Specific:
Every:
Monday
Tuesday
Wednesday
Thursday
Friday
Saturday
Sunday
Price
Free
check availability
Region / Categories