You haven’t got any favourites yet

This is where you can collect inspiration, articles, events and places that interest you.

Click the icon on pages and they’ll appear here.

Your favourites

Inspiration & Articles

Events & Tours

Places

Hiking

Search Search results

INSPIRATION & ARTICLES

EVENTS & HIKES

Places

Bókaframløga: Ferðin til Kongurvág eftir Urd Johannesen


Urd Johannesen er aktuel við nýggjari og spennandi barnabók um vinalag, ótta og dirvi. Ferðin til Kongurvág er ein ferðmikil og ævintýrkend søga, sum Urd hevur skrivað, og Silja Eystberg hevur myndprýtt.
Hóskvøldið 27. august kl. 19 verður bókaframløga á Reinsarínum, og øll eru vælkomin.
Til bókaframløguna fer Beinir Bergsson at práta við Urd og Silju um bókina, marrur og ævintýraheimar, um at skriva og myndprýða til børn og um arbeiðið við at útgeva sína fyrstu bók.
Kári Sverrisson fer at spæla nøkur løg, og høvi verður at keypa Ferðina til Kongurvág fyri serprís. Barrin verður eisini opin, so til ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka.
Um bókina
Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Hann verður eltur av slímutum verum, sum umskapast til eld og jagstra hann gjøgnum eitt myrkt helli, líka til hann dettur út av eggini …
Men eina náttina broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, ríkinum hjá eiturkoppunum. Saman við einum eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og royna at gera enda á marruni eina ferð med alla. Tað er einasti mátin at sleppa av við hana.
Ferðin til Kongurvág er 100 síður og ætlað børnum í aldrinum 7–12 ár.
Urd Johannesen er rithøvundur og mentanarsamskipari. Hon hevur áður givið yrkingar út, og Ferðin til Kongurvág er hennara fyrsta barnabók.
Silja Eystberg er myndprýðari og listafólk. Hon hevur millum annað myndprýtt Fornt eftir Elina á Rógvi, sum varð tilnevnd Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2025.

Address

Reinsaríið

7A Tórsgøta

Tórshavn

Event dates & tickets

Date

Price

check availability