Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Vatnsoyrar

Í 1913 søktu fimm mans í Vágum um traðir av kongsjørðini á Norðara Leiti í Miðvági. Teir vóru: Martin Nielsen – Stóri Martin, Martin Jacobsen – Lítli Martin, Dánjal Poulsen – Suðuroyar Dánjal, Sørin Nielsen og Mikkjal Joensen. Teir, ella konur teirra, vóru øll nær skyld, umframt at tey øll savnaðust í brøðrasamkomuni í Sørvági.

Í 1917 fáa teir skeyti upp á traðirnar í Vatnsoyrum; tvey kúfóður hvør. Allir búgva í Sørvági, men tað verða tó bert tríggir av teimum, sum avgerða at flyta. Mikkjal og Sørin flyta kortini ikki. Mikkjal lat sín part til Stóra Martin og Sørin, sum so hava trý kúfóður hvør. Og Sørin letur seinni sína trøð til Suðuroyar Dánjal, og til J.F. Kjølbro í Klaksvík, sum bygdi summarhús á síni trøð.

 

Eingin vegur

Eingin vegur var, tá teir søktu og fingu traðirnar. Fyrsta vegagerðin, Sørvág – Sandavág, byrjar í 1921 og tað er júst tað árið tann fyrsti flytur oman við familju. Vegurin úr Sørvági var komin til Vatnsoyrar í 1924, tá tann seinasti av teim fyrstu flutti. Leingi vóru bert trý sethús í bygdini.

Stóri Martin, bygdi eitt lítið fjós umleið 1918, við rúmi, sum hann húsaðist í, tá hann var har. Hann hevði tá neyt í Vatnsoyrum. Í 1921 avgerð hann at flyta oman at búgva og býr við húski sínum í einum parti av fjósinum. Hetta er fyrsta húski, ið setist á staðnum. Dagurin er 20. oktober 1921. Stóri Martin og Jacobina bygdu so og fluttu í húsini veturin 1923-24.

Í 1922 bygdu Lítli Martin og Mourentsa, og flutu inn í februar 1923.

Suðuroyar Dánjal og Bina flutu í síni hús til jólar 1924.

 

Einasta bygdin inni í landinum

Helst tað mest sjáldsama við Vatnsoyrum er, at hetta er einasta bygd í Føroyum, sum er langt inni í landinum. Vatnsoyramenn vóru eisini kendir fyri at dáma serliga væl at hava hestar, umframt onnur húsdjór. Áðrenn seinna heimsbardaga bygdu vatnsoyramenn íshús niðast við Sjatlá, og seldu ís til sluppirnar; teir áttu seinni eisini sjálvir sluppina “Sílið”. Í nógv ár var eingin handil í bygdini, tá gingu tey til Sørvágs at keypa, til Dánjal Nielsen fór at handla.

 

Skúlaskapur

Í fyrstani var eingin skúli, og í fleiri ár var bert gingið í skúla ein dag um vikuna. Skúlin var í aðrari stovuni hjá Lítla Martini. Árini 1932 – 1942 varð skúlin skipaður saman við Slættanesi við ferðalærara. Frá 1942 til 1948 var skúlagongdin í Miðvági og frá 1948 til 1961 í Sørvági, og eftir tað á Giljanesi.

 

Lakeside og kaminan

Í 1942 bygdu bretar ein stóran RAF-kamp norðanfyri Vatnsoyrar, har nakrir hundrað RAF hermenn hildu til. Leguna kallaðu teir, Lakeside. Vatnsoyrar varð sett at vera hernaðarøki og alt bygdafólki flutt av bygdini. Tað var eindømi í Føroyum undir krígnum. Kendasta minni í Vatnsoyrum frá krígnum er vakurt grótlaðaða “kaminan”, sum var partur av offisersmessu.

 

Zarepta

Í 1967 byrjaði brøðrasamkoman landsumfatandi kristiligt virksemi fyri børn og ung í Zarepta. Hetta virksemi er økt munandi og nógv er bygt út gjøgnum árini. Stóran part av árinum eru tiltøk har fyri allar aldursbólkar. Fyrsti fyristøðumaðurin var trúboðarin Brynleif Hansen.

 

H -vindeygað

Vatnsoyra Snikkaravirki hevur nú í nøkur áratíggju framleitt tað vælkenda H-vindeygað.

Hetta virksemi hevur havt stóran týdning fyri Vatnsoyrar og alla oynna. Tað var ein av yngru tilflytarunum, Hans Elmar Poulsen, sum í 1968 setti virki á stovn.

 

Tríggjar borgarstjórar

Fólkatalið í Vatnsoyrum lá niðanfyri 5% av samlaða fólkatalinum í Miðvágs kommunu. Hóast tað, so gjørdust tríggir vatnsoyramenn borgarstjórar í kommununi. Teir vóru John Poulsen, formaður 1971-74, Martin Nielsen, fm. 1985-88 og Jóannes Klein, fm. 1997-2000 og 2008, og sostatt eisini seinasti borgarstjórin í Miðvágs kommunu.

um hinar bygdirnar í

Vágum og Mykinesi