Fiskastykkið bjóðar 3 rættir fyri 375kr. 

Matskráin til Biti á Bygd á Fiskastykkinum:

Forrættur: Laksatartar við føroyskum salati

Høvðusrættur:Smør bakaður toskur við eplamorl og karameliseraðum blomkáli

Omaná: Pavlova við frískum súreplum og karamel sós

Fiskastykkið hevur opið hesi kvøld í samband við Biti á Bygd: 12. mars, 13. mars, 14. mars. 
Sunnudagin 15. mars er opið kl. 13

Ring til okkum á 250600

Vælkomin á Fiskastykkið

Stíg inn í ein heim, har fortíð og nútíð renna saman í eini hugnaligari atmosferu á Fiskastykkinum. Matstovan er innrættað í einum varisliga umvældum goymslubygningi, sum varðveitir tí søguligu sálina og setir karmar um eina forkunnuga máltíð.

Lat Fiskastykkið bergtaka tykkum, við anganum av frískum føroyskum fiski, tilgjørdur við kærleika og virðing fyri staðbundnum siðvenjum, sum eggjar smakkisansirnar og lyftir tað kulinariska ríkidømi á oyggjunum.

Við útsýnið yvir vøkru føroysku náttúruna, bjóðar Fiskastykkið tykkum til døgurða í eini innbjóðandi atmosferu,  fylta við føroyskum smakkum og søgu. 

Adressa:  Úti á Bakka 12, 360 Sandavágur

Bóka borð á hesi leinkju: 
https://book.easytable.com/book/?id=edc4d&lang=auto