Bátatúrar
Í Vágum eru fleiri ymiskir veitarar, ið bjóða bátatúrar í Vágum og Mykinesi.
Eitt av hæddarpunktunum eru stórslignu Drangarnir, sum standa so vakurt upp úr havinum. Summir bátatúrar fara eisini til vøkru Dunnesdrangar, og harfrá framvið at síggja duldu dýpini í Munkastovuhellinum. Eisini er túrur til Tindhólm, sum tykist at vera tikin beint úr einari søgubók. Ein annar møguleiki er túrur til Trøllkonufingur og har hoyra um fangandi sagnir og siðarv, sum knýta seg at Trøllkonufingri.
Fuglaelskarar mugu sjálvandi vitja Mykines. Tú kanst velja at sigla út á oynna um morgunin og koma aftur seinnapartin, ella bara njóta fuglalívið frá sjónum í nakrar tímar. Tú verður víst/ur til bestu støðini at njóta útsýni og fáa eina minnisríka uppliving í náttúruni.
Við fleiri veitarum at velja ímillum hevur tú frælsi at velja tann túrin, sum hóskar best til tíni áhugamál. Bílegg tín bátatúr í dag, og uppliv Vágar frá sjónum saman við royndum, lokalum ferðaleiðarum, sum ganga høgt uppí trygd og at geva tær eina innihaldsríka og serliga uppliving.
Um ein túrur verður avlýstur orsakað av vánaligum veðri, verður alt gjaldið endurgoldið. Ver varug/ur við, at hetta kann henda heilt fram til seinastu løtu, tí vit ikki kunnu spáa um ella stýra óstøðuga veðrinum.
Eftir er bara at gleða seg!