Kirkjurnar í Vágum og Mykinesi
Tá tú vitjar í Vágum og í Mykinesi, er upplagt at vitja søguligu og vøkru kirkjurnar her vestri. Elst er Sørvágs kirkja frá 1842. Kirkjurnar hava ein sermerktan byggistíl og vitna um dygdargott handverk, sum gevur innlit í føroyskan samleika og trúarlív gjøgnum tíðina. At stíga inn í hesar kirkjurnar er sum at stíga inn í søguna, har siðir og trúgv hava savnað fólk í øldir. Tær bera framvegis við sær eina serliga friðar- og hátíðarliga kenslu, sum ger vitjanina minniliga. Verið vælkomin.