Túrur við ferðaleiðara
Jónley Poulsen
Jónley er uppvaksin á Mykinesi, og hon hevur fyri stuttum tikið yvir garðin hjá pápa sínum. Hon er 16. ættarlið á garðinum. Ferðaleiðingarnar hjá Jónley geva eina staðbundna uppliving og atgongd til nøkur av teimum minni kendu støðunum á oynni. Hon tosar skandinaviskt og enskt.
Samband:
📧 jonley71@hotmail.com
Oda V. Andreasen
Staðbundin ferðaleiðari á Mykinesi. Oda býr í Mykinesi og hevur góða vitan um oynna, søguna og fuglalívið. Hon bjóðar túrar út at síggja lundan og upp á fjallatoppin Knúk, umframt túrar á Vágaoynni.
Hon tosar skandinaviskt, enskt og týskt.
Samband:
📧 booking@golocal.fo
📞 +298 285597
🌐 www.golocal.fo
Hervør Joensen
Staðbundin ferðaleiðari á Mykinesi. Hervør bjóðar gongutúrar á oynni, túrar við ferðaleiðara í bygdini, vitjan í kirkjuni og á søguligum støðum.
Hon tosar enskt, íslendskt og skandinaviskt.
Samband:
📧 hervor.o@gmail.com
📞 +298 287063
Búi Tórgarð Brattaberg
Staðbundin ferðaleiðari á Mykinesi. Búi bjóðar gongutúrar á oynni og søguligar túrar í bygdini.
Hann er lærari og tí væl egnaður til vitjanir frá norðurlendskum skúlaflokkum. Hann tosar enskt og skandinaviskt.
Samband:
📧 bb1704x5@skulin.fo
📞 +298 210988
Sólja F. Jóanisdóttir
Starvast hjá Faroe Adventures. Sólja er góðkend føroyskur ferðaleiðari og hevur drúgvar royndir sum ferðaleiðari í Mykinesi. Hon bjóðar ymsar túrar á oynni og hevur breiða vitan um staðið og náttúruna.
Hon tosar enskt, skandinaviskt og íslendskt.
Samband:
📧 solja@olivant.fo
📞 +298 773333
Randi Meitil
Starvast hjá Faroe Trekking. Randi er ferðaleiðari og túrskipari, og bjóðar gongutúrar á Mykinesi. Hon tosar enskt, spanskt, franskt, týskt, danskt, norskt, "blandinaviskt" – og sjálvandi føroyskt.
Samband:
📧 randimeitil@gmail.com
📞 +298 289818
Katrin Joensen
Katrin eigur húsini 'úti á Garði' í Mykinesi, ið vórðu heildar umvæld í 2016, til at hýsa bólkum og hon hevur síðani 2027 bjóða ymiskar útferðir í Mykinesi. Matur er íroknaður á túrunum, og hon kann bjóða tykkum ein minnisríkan dag í Mykinesi.
Bílegg á www.Mykinesstova.com