FjALLATÚR Í Mykinesi

Ein góður túrur er at ganga niðan á minnisvarðan, har fyrsti møguleiki er at síggja lundar nærri. Síðan gongur tú víðari til útsýnisstaðið á Rógvu, har frálíkt útsýni er yvir lundalondini í Lamba, fuglabjørgini og vitan á Mykineshólmi. Gongutúrur til vitan er ikki møguligur í løtuni, so hetta útsýnisstaðið er longsta staðið, tú kanst fara. Á veg aftur gongur tú fram við brúnni norðan fyri bygdina, har tú kanst njóta tað góða útsýnið og fuglabjørgini, áðrenn tú fert oman í bygdina. Eftir at hava kannað bygdina kanst tú halda fram til útsýnisstaðið Kumlar tætt við víkina.

Um tú ynskir eina meira sniðgjørda uppliving og at ganga longri inn í haga og burtur frá mannfjøldunum, eru ferðaleiðarar, sum kunnu leiða teg til t.d. útsýnisstaðið Norðara Nesgjógv, Knúkin og Steinskógin.

Day tours to Mykines

Find your tour operator