Gongutúrar
Gongutúrar í haganum er ein frálíkur máti at uppliva vøkru náttúruna.
Ein av teimum mongu serligu eginleikunum við Føroyum er, at tú ikki skalt fara langt fyri at uppliva stórfingna og óspilta náttúru. Hygg rundan um teg, anda djúpt og lurta. Tað er alt beint har!
Hagin er fyrst og fremst beiti fyri seyð, fugl og haru. Tí er umráðandi at vísa umsorgan fyri bæði náttúruni og djórvalívinum.
Fjallagøtur
Um tú ynskir at ganga sjálv/ur, kanst tú lesa meira á netinum ella taka niður eina fjallgonguvegleiðing við ymiskum leiðum her.
GPX
Ein listi yvir útvaldar fjallgøtur í Vágum er eisini at finna her sum vísir bygdagøtur við GPX-kortum til at taka niður.
Miðvágur til Vatnsoyrar, Oyrargjógv til Sørvágur, Sørvágur til Slættanes, Bøur til Gásadalur, Sandavágur til Slættanes and Gásadalur, Gásadalur til Víkar.
Burðardygg ferðing
Við at ganga og halda teg á gøtunum kanst tú njóta vøkru náttúruna ábyrgdarfult og burðardygt; tað merkir, at tú órógvar náttúruna, djóralívið og seyðin sum minst. Samstundis tryggjar tú, at komandi ættarlið hjá okkum øllum (lokalum) fáa somu møguleikar at njóta hesa frálíku náttúru, sum tú gjørdi – er tað ikki eitt gott mál?
Les meira um