Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Beinir á Reinsarínum!



6., 7. og 8. novembur kanst tú uppliva Beinir á Reinsarínum. 
Áhoyrararnir kunnu gleða seg til eina inniliga og persónliga konsert við bæði eldri og
nýggjum tónleiki hjá Beinir. Tað hevur altíð verið nakað heilt serligt fyri Beinir at spæla sínar
sangir í sínum reinasta formi á gittara og klaveri – júst sum hann hevur komponerað teir.
Beinir er aktuellur við nýggjum tónleiki - bæði einsamallur við EP’ini “The End or Beginning
Of Us” og sum partur av føroyska bólkinum Tøgn við lagnum “Eingi orð”. Tøgn hevur eisini
vunnið ársins útvarpshitt og áhoyraravirðislønina á FMA fyri staklagið "Kamarið”.
Beinir hevur havt vind í seglunum í Danmark og Føroyum, síðani plátan “Greener” kom út í
2024. Hann hevur verið á Top-10-listanum í donskum radio, fingið tvær FMA-virðislønir -
ársins lag fyri "Romeo" og áhoyraravirðislønina.
Eisini hevur hann framført í donskum
sjónvarpi; millum annað í Vild Med Dans og í DR’s Store Juleshow.
Ogna tær atgongumerki til eina av konsertunum á Torsgota.fo.


Bústaður

Reinsaríið

7A Tórsgøta

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar