Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Benjamin Rajani - útgávukonsert (FO)
Onkustaðni er ein viðarlund
Við útgávuni Onkustaðni er ein viðarlund kemur Benjamin Rajani við 10 nýggjum sangum um lívið sum ungur í einum samfelagi, har individualisering, væntanir og trýst fyllir nógv. Sangir, ið snúgva seg um samleika, mótgang, stríð, trúgv og leitanina eftir at finna á slóðina. Tekstirnir hjá Benjamin Rajani eru nærverandi og poetiskir og geva eitt persónligt og ærligt innlit í tað at leita, at ivast og at finna fótafestið.
Á konsertini verður útgávan framførd í síni held saman við orkestri. Umframt løg úr nýggju útgávuni, verða eisini kendastu sangirnir frá fyrstu útgávuni, Tá hvørt ljós líkist tær, at hoyra. Hendan útgávan var væl fagnað av ummælarum, millum annað við 10 stjørnum í Kvørnini hjá KvF, umframt, at hon var í uppskoti til ársins útgávu á FMA 2026.
Hetta kvøldið verður merkt av dygdargóðari føroyskari sangskriving, vøkrum, ljómandi útsetingum og listamanni, sum er vorðin ein av kendastu røddunum á føroyska tónleikapallinum.
Lyon Hansen hitar upp áðrenn konsertina.
Onkustaðni er ein viðarlund, sum er onnur útgávan hjá Benjamini Rajani, kemur út 6. november 2026.
Benjamin Rajani: Sang, akustiskan guitar Filip Zachariassen: Elguitar, akustiskan guitar Aksel Remmel: Keyboard Bárður Petersen: Bass, synth bass Tórður Dam Jacobsen: Trummur
Mynd: August Vinther
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar