Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Biografur: Begyndelser (DK)
Tilnevndur Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026
Beint undan hjúnaðarskilnað fær Ane ein blóðtøpp, ið broytir lív hennara. Hendingin noyðir hana og Thomas at vera saman og at útseta at fortelja børnunum um ætlaða hjúnaðarskilnaðin. Saman standa tey framman fyri einum nýggjum veruleika og finna vón í óvæntaðum støðum.
Uppliv sjónleikararnar Trine Dyrholm og David Dencik í einum lívsjáttandi og rørandi kærleiksleiki um, hvat hendir eini familju og einum parlagi, tá lívsleiðin knappiliga broytist av álvara.
Meira kunning
Tilnevnd: Jeanette Nordahl fyri leikstjórn. Rasmus Birch og Jeanette Nordahl fyri handrit og Eva Jakobsen, Katrin Pors og Mikkel Jersin fyri framleiðslu.
Frumsýning: 15.01.2026 Framleiðslufelag: Snowglobe
Trailari: Begyndelser (2026) - Trailer
Seks norðurlendskir filmar eru tilnevndir til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026. Filmarnir verða sýndir í Norðurlandahúsinum í døgunum 7. til 9. oktober. Vinnarin verður kunngjørdur 20. oktober.
Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins hevur síðani 2002 verið latin einum filmi, sum er grundaður í norðurlendskari mentan, hevur høgt listaligt virði og er eitt samanhangandi og fullfíggjað verk.
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar