Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Blues konsert við Una Debess

Blues konsert við Una Debess í testovuni hjá Marinu Malenu

Uni Debess, eisini nevndur Mr. Blues, er ein av virknastu tónleikarum í Føroyum. Hann hevur verið virkin síðani 2002 og hevur útgivið 13 heildarútgávur, har av kenna vit hittini so sum, “Life is a picture, The Well, Sugar Mama og I’m Gone fyri at nevna nøkur.

Í 2005 vann Uni Debess saman við GoGo Blues Prix Føroyar og sama ár var bólkurin tilnevndur ársins tónleikabólkur.

Uni Debess er ein sera virkin tónleikari her heima og uttanlands. Hann hevur t.d. framført á festivalum og á konsertstøðum í hesum londum: Kanada, Onglandi, Skotlandi, Írlandi, Spania, Grønlandi, Danmark, Noregi og Svøríki.

Talan er um stovukonsert har sitið verður við borðið. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman. Lítli køkurin hevur opið við brellbitum, góðum víni og spennandi teið.

Dyrnar lata upp kl 20:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Bústaður

Biskupstøðgarður

7 Tingstøðin

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar