Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Elinborg Pálsdóttir
Ein innilig konsert við Elinborg, strúkarum og gittara millum listaverkini
Saman við Biritu Dam, Kristinu á Váli og Ólavi Gaard fer Elinborg at framføra løg av síni fyrstu heildarútgávu “Í Ævir”. Løgini eru endurtulkað og verða framførd við strúkarum og gittara.
Seinasta árið hevur Elinborg gjørt vart við seg bæði heima og uttanlands. “Í Ævir” kom út í fjør og varð sera væl móttikin.
Síðani hevur hon verið á konsertferð í Evropa, spælt á festivalum og verið í Meksiko. Á Faroese Music Awards 2026 varð hon kosin Ársins tónaskald.
Hetta kvøldið verður karmur um eina inniliga og nærverandi útgávu av løgunum, har Elinborg leitar inn í kjarnan á sínum tónleikaheimi.
Millum listaverkini í eini av framsýningar-pyramidunum bjóða vit til eina serstaka konsert, har tú kemur heilt nær at Elinborg og tónleikarunum.
Einans 40 atgongumerki eru til sølu.
Økistónar stuðlar tiltakinum, og atgongumerki kunnu keypast fyri 160 kr.
Bústaður
Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar