Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Føroya vakrasta hálvmaraton 2027
Renn ella gakk 21,1 km úr Gásadali til kirkjuna í Sandavági
Aftur í 2027 skipar Ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri Føroya vakrasta hálvmaraton. Tiltakið verður leygardagin 4. september, og runnið ella gingið verður úr Gásadali til kirkjuna í Sandavági.
Tey, sum velja at ganga, byrja í Gásadali kl. 10.00, og tey, sum velja at renna, byrja kl. 11.00.
Kostnaður:
350 kr. fram til 1. februar.
450 kr. fram til 1. mai.
550 kr. fram til 26. juli. Hetta er eisini seinasta freist at keypa Guðrun & Guðrun-renniblusuna. Renniblusan kostar 629 kr., og G&G-blusan fyri 2027 er ljósgul.
650 kr. fram til 31. august, sum er seinasta freist at melda til.
Í gjaldinum eru heiðursmerki, startnummar, bussflutningur úr Giljanesi til Gásadals, matur á málinum og undirhald á rutuni.
Bústaður
Sandavágur
Vágar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar