Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Gandakellingin úr Skúvoy
Einrøðuleikur eftir Gunnvá Zachariasen og Riu Tórgarð
Søgur um sokallaðu gandakellingina í Skúvoy vórðu fortaldar við undran um alt landið í seinnu helvt av 19. øld. Hendan konan, sum segðist at biðja ilt yvir fólki, sum fekk bátar at ganga burtur, sum dugdi at slætta sjógv og at ganda blóðmørsindur fram á sjónum og at ganda hoyggj saman, umframt mangt, mangt annað, sum hon, Sára Malena Guttórmsdóttir varð løgd undir at hava framt. Gandur, pátrúgv og gudsótti hvørt um annað var andaliga jørðildið, sum Sára Malena vaks upp í og livdi í til sín deyða í 1903. Fólk óttaðust hana og illa varð hon viðfarin. Av summum. Av øðrum var hon mett at vera tað hon var: Ein fátøk, einsamøll, barnleys einkja, sum mangan var ein dyggur stuðul hjá teimum, sum onki høvdu.
Fólkalívsfrøðingurin Eyðun Andreassen, sáli, savnaði søgur, sum livdu á mannamunni og skrivaði grein um Sáru Malenu í tíðarritinum BRÁ í 1984. Sólrun Michelsen gjørdi hana landskenda, tá hon í 2023 útgav skaldsøguna Sára Malena – seinasta gandakellingin í Føroyum. Nú hava Gunnvá Zachariasen og Ria Tórgarð, tvær kellingar úr ávíkavist Tvazz og Grugg leikbólkunum, skapað ein einrøðuleik, har gandakellingin úr Skúvoy fær orðið.
Mikukvøldið 28. okt. vitjar hon Nólsoy
Framførslan verður í Royndarhúsinum kl. 19.30
Billettir á atgongumerki.fo ella við dyrnar undan sýning.
Leikurin er uml. 60 min uttan steðg. Aldursmark 15 ár.
Vælkomin til okkara tulking av søguni um Sáru Malenu.
Hugskot og konsept: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn: Ria Tórgarð
Leikari: Gunnvá Zachariasen
Leikrit: Gunnvá og Ria hava skrivað og skapað einrøðuleikin við íblástri úr keldum frá Eyðun Andreassen úr BRÁ (1984), Kristian Osvald Viderø Saga Skúvoyar, Skúvoyarsøgu eftir Petur Andreassen og skaldsøguni Sára Malena -seinasta gandakelling í Føroyum (Sprotin 2023) eftir Sólruna Michelsen, umframt øðrum keldum og úr egnum hugaheimi.
Framleiðsla: TVAZZ í samstarvi við Teatur Grugg 2026
Bústaður
Royndarhúsið í Nólsoy
6 á Mýrini
Streymoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar